Tað verður eitt spennandi kvøld í oddinum í føroyskum kvinnuhondbólti.
H71 skal til Vestmanna, har oddaliðið Kyndil fyri tíggju døgum síðani tapti sín fyrsta dyst í ár. Hoyvíkskvinnur skulu royna at hava fatur á júst Kyndli - í løtuni eru tær fimm stig frammanfyri VÍF. H71 vann 38-32, tá liðini hittust í Hoyvíkshøllini síðst í september.
Kyndil spælir í kvøld grannauppgerð móti Neistanum, sum eisini er væl við í oddinum. 27. september vunnu tær í grønum við fýra málum á Neistanum, og Kyndil skal royna at koma aftur á sigurskós í kvøld.
SMS-deildin 10. umfar
11. november
18.30: VÍF - H71
20.00: Neistin - Kyndil
1. Kyndil 16 stig *
2. H71 13 stig
3. Neistin 12 stig
4. VÍF 8 stig
*Ein dyst fleiri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald