39-ára gamli sandavágsmaðurin er ein leikandi legenda í felagnum, og í nýggja leiklutinum sum leikandi hjálparvenjari fær hann veruliga víst sítt virði sum stuðul hjá ungu leikarunum bæði á og uttanfyri vøllin.
212 dystir og 71 mál fyri 07 Vestur, og í alt 481 dystir og 142 mál í vaksnamannafótbólti, íroknað evropeiskar dystir, er ikki at kimsa at, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Eftir ætlan fer Tór-Ingar Akselsen eisini undir A-venjaraútbúgving í ár, ein útbúgving sum tekur 1½-2 ár.
– Tór-Ingar hevur ovurstóran týðning fyri okkum sum felag, bæði ungdóm, leikarar, fjepparar og onnur, og vit gleðast um, at hann heldur fram sum aktivur leikari og sum venjari.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald