Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon hevur gjørt avtalu við Torkil Veyhe um at gerast landsliðsvenjari hjá landsliðunum í súkkling og triathlon.
Avtalan millum partarnar er í fyrstu atløgu galdandi fram til árslok 2027.
Í hesum tíðarskeiðinum eru stóru altjóða avbjóðingarnar fyrst og fremst oyggjaleikirnir í Orkney næsta summar og oyggjaleikirnir í Føroyum 2027.
Hóast úrslitini í hesum ítróttagreinunum eru tiltikið trupul at spáa um, tí so nógvir faktorar kunnu ávirka kappingina, hava Føroyar fleiri ferðir staðið seg væl á oyggjaleikum í teimum.
Og fremsti føroyski íðkarin hevur verið Torkil Veyhe, sum veruliga gjørdi hol í sjógvin við at royna seg sum yrkisítróttafólk innan súkkling.
Torkil hevur umframt sínar egnu royndir sum íðkari í fremstu røð innan súkkling, eisini royndir sum venjari hjá altjóða súkklarum við á skjáttuni.
Vónin er, at fjølbroyttu royndirnar og førleikarnir hjá Torkili fara at hjálpa okkara frermstu súkkling- og triathloníðkarum at mennast enn meiri og fara at gera sannlíkindini fyri føroyskum heiðursmerkjum komandi árini so góð, sum tilber.
Torkil Weyhe í samrøðu við Portalin á toppinum á Gibraltar í 2019 (Mynd: Jens Kr. Vang)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald