Føroya einasti professionelli súkklari, 29 ára gamli Torkil Veyhe, hevur í dag longt sáttmálan við einasta fullprofessionella súkklulið í Danmark, Riwal Readynez Cycling Team.
Sáttmálin er galdandi fyri alt árið 2020.
Torkil Veyhe sigur við Portalin, at hann nú fær ein eitt sindur øðrvísi leiklut á liðnum.
- Eg vil fegin brúka mína útbúgving sum verkfrøðingur til gagns fyri liðið. Tí setti eg fram ynski ella krav um, at vera við til at betra um um liðið, eitt nú við at samskipa ein venjingarplatform og vera við til at finna útgerðina, sum vit skulu brúka. Eisini skal eg vera við til at testa teir ymsu súkklararnar á liðnum, sigur Torkil Veyhe.
Spurdur um hann fær ein leiðandi leiklut á liðnum sigur hann, at ein skal ansa eftir sum súkklari at ikki blanda seg ov nógv í leiðsluna á liðinum, men hann verður eitt slag av bindiliði millum súkklarnar og leiðsluna.
- Við mínum royndum sum verkfrøðingur havi eg vitan og royndir, sum teir ikki hava í leiðsluni, og vónandi kann eg vera við til at menna liðið, sigur Torkil Veyhe.
Heldur fram í sama leikluti á súkkluni
Ítróttarliga kemur hann at halda fram í leiklutinum sum hjálpari hjá liðskiparanum, kapteyninum á liðnum. Hesin leiklutur gevur eisini møguleika av og á at gera seg galdandi heilt frammi á málstrikuni, tá høvi býðst. Annars ætlar Torkil enn sum áður eisini at sasta upp á tíðarkoyringarnar, sum er hansara sterkasta síða.
Enn er ikki greitt, hvør verður liðskipari á Riwal-liðnum eftir at Alexander Kamp er farin víðari og hevur fingið sáttmála við eitt World Tour-lið.
Upp á spurningin, um hann hevu rætlanir um at gerast aktivur sum venjari ella liðleiðari á onkrum liði, tá hansara tíð sum úrvalssúkklari er av, sigur Torkil, at tað má tíðin vísa.
- Nú sleppi eg í hvussu so er at royna meg eitt sindur, so kanska fái eg hugin at halda fram tann vegin tá eg ikki havi støði til at vera við sjálvur. Men tað er ikki nakað, sum eg hugsi so nógv um enn, sigur Torkil Veyhe, sum fyllir 30 ár í januar.
Motorurin á liðnum
Riwal Readynez liðið longdi í dag sáttmálan við tríggjar súkklarar á liðinum, og kemur sostatt framhaldandi at markera seg sum eitt norðurlendskt ella skandinaviskt lið. Súkklararnir, sum í dag fingu sáttmála vóru føroyski Torkil Veyhe, svenski Kim Magnusson og norski Sindre Lunke.
Um hesar tríggjar sigur stórin á liðnum, Michael Blaudzun:
- Kim, Sindre og Torkil hoyra til á hesum støðinum. Teir eru nakrir av teimum sterkastu hjálparunum, tú kanst finna á hesum støðinum, og eru eisini førir fyri at royna seg sjálvir. Menn sum teir eru motorurin á einum professionellum liði og eg síggi fram til at samstarva við teir eisisini í 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald