Atlantic Airways Tórshavn Marathon skuldi 6. juni 2021, men neyðugt varð at útseta tað orsakað av koronastøðuni, ið var fyrst í mánaðinum.
Í fjør varð Tórshavn Marathon avlýst. Soleiðis verður ikki í ár. Bragdið hevur gjørt av, at runnið verður 26. september 2021.
Í hesum sambandið boðar ítróttarfelagið frá, at allir luttakarar, sum vóru tilmeldaðir til renningina 6. juni, fáa í boði at flyta tilmeldingina til 26. september. Møguleiki er eisini at fáa luttakaragjaldið endurgoldið.
- Ítróttarfelagið Bragdið vónar sjálvsagt, at flest allir luttakarar velja at flyta tilmeldingina og taka lut í renningini í september. Luttakarar, sum høvdu meldað til renningina 6. juni 2021, fáa teldupost við nærri kunning.
Tilmeldingin til renningina er latin upp aftur, og tað ber at melda seg til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 26. september 2021 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald