Fríggjadagin kunngjørdi Bragdið, at eingin flaggdagsrenning verður í ár, og nú kunnger ítróttarfelagið, at orsaka av álvarsomu støðuni við Covid-19 er avgjørt at avlýsa Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2020, sum skuldi verða 7. juni.
- Sum støðan er í løtuni – í Føroyum og restini av heiminum – er ikki møguligt at halda tiltakið, soleiðis sum fyriskipararnir høvdu ynskt, og tað eru tey sjálvandi sera hørm um.
Atlantic Airways Tórshavn Marathon er Føroya størsta rennitiltak og einasta marathon í Føroyum. Tiltakið er vaksið og ment seinastu árini og higartil í ár høvdu rennarar úr 32 ymiskum longur meldað til. Øll, sum høvdu meldað til fáa møguleika at flyta sína tilmelding til Atlantic Airways Tórshavn Marathon 2021, og møguleiki verður eisini at fáa luttakaragjaldið endurgoldið, boðar Bragdið frá.
Í sama viðbragdið kunnger Ítróttafelagið Bragdið sum saman við Tórshavnar Kommunu, stendur aftanfyri stóra tiltakið, at samstarvsavtalan við Atlantic Airways sum høvuðsstuðul er longt. Harvið eitur tiltakið eisini Atlantic Airways Tórshavn Marathon, tá tað eftir ætlan verður aftur, 6. juni 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald