Annað

Tóta Búadóttir best hjá Føroyum

Bestu leikararnir í EM-kappingini vórðu kosnir.

Bestu leikararnir saman við Anniku Olsen, borgarstjóra, og Gunvør Balle, varaborgarstjóra, sum handaðu heiðurslønirnar

Bestu leikararnir saman við Anniku Olsen, borgarstjóra, og Gunvør Balle, varaborgarstjóra, sum handaðu heiðurslønirnar

2019-01-07 17:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir finaluna í gjárskvøldið millum Finnland og Danmark, var hátíðarløta í Høllini á Hálsi, har heiðurslønir vóru handaðar til liðini og bestu leikararnar í kappingini.

Tað vóru Annika Olsen, borgarstjóri og Gunvør Balle, varaborgarstjóri, sum handaðu.

Tað eru venjararnir hjá øllum londunum sum stemmaðu um bestu leikararnar.

Sum besti føroyski leikarin varð vald hevarin Tóta Búadóttir, SÍ.

Av teimum 7 titlunum fór Finnland avstað við teimum 5.

Besti hevari: Joanna Kallinen, Finland

Besti diagonalur: Neea-Maria Joki, Finland

Besti miðbokkur: Ida Pollånen, Finland

Besti kantáleypari: Caroline Stenholt Krogh, Denmark

Besti libero: Juulia Jappinen, Finland

Besti føroyski leikarin: Tóta Búadóttir, Faroe Islands

Mest virðisfulli leikarin: Ella Korhonen, Finland

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder