Fótbóltur

Tottenham leikari skiftir til kinesiskan fótbólt

Moussa Dembele skal spæla fyri Guangzhou R&F.

2019-01-17 11:40 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tottenham og kinesiska fótbóltsfelagið Gunagzhou R&F hava gjørt avtalu um keyp av Moussa Dembele.

Tottenham skrivar á heimasíðuni, at felagið hevura eina avtalu við Guangzhou um sølu av Dembele, um loyvið verður givið til altjóða flytingina.

Belgiski Dembele hevur spælt við Tottenham seinastu seks árini og seks mánaðir. Hann varð keyptur ffá Fulham og hevur síðani spælt 250 dystir og skotið 10 mál.

Mett verður, at Guangzhou rindar 11 milliónir pund fyri leikaran.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder