Fótbóltur

Tottenham vann á City

Við sigrinum hevur liðið hjá Mourinho lagt seg á fyrsta plássið í Premier League.

Mourinho vann á Guardiola.(Mynd: EPA)

Mourinho vann á Guardiola.(Mynd: EPA)

2020-11-21 20:14 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Stórdystur var á Tottenham Hotspur Stadium í kvøld, har Tottenham tók ímóti Manchester City.

Liðið hjá Mourinho fekk eina dreymabyrjan uppá dystin, tá Son Heung-Min legði heimaliðið á odda longu í fimta minutti.

Eftir hetta royndi City at trýsta, fyri at fáa tað útjanvandi málið. City var omaná leikliga og kom eisini til nakrar málmøguleikar. Tá 27 minuttir vóru leiktir fingu teir ljósabláu bóltin í netið, men málið var kolldømt, tí bólturin kom á armin á Gabriel Jésus, áðrenn hann skeyt hann í netið.

Í seinni hálvleiki helt City fram við at trýsta. Liðið hjá Guardiola hevði bóltin tað mesta av tíðini, og kom eisini til fleiri málroyndir. Men Tottenham vóru væl skipaðir og lúrdi allatíðina uppá at fáa mótálop. Og tá 65 minuttir vórðu leiktir, endaði eitt fínt mótálop við, at Giovanni Lo Celso økti til 2-0, sum eisini gjørdist endaliga úrsliti.

Seinni í kvøld tekur Manchester United ímóti West Bromwich á Old Trafford.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder