Fótbóltur

Trettan nýggir venjarar til heilsufótbólt

Í farnu viku skipaði FSF fyri venjaraskeiði, ið serliga var ætlað teimum, ið standa fyri heilsufótbólti..

Mynd: Andrass Thomsen

Mynd: Andrass Thomsen

2019-02-11 17:44 Author image
Ari av Rana
placeholder

Trettan “venjarar” tóku lut, tá Fótbóltssamband Føroya í seinastu viku skipaði fyri venjaraskeiði, ið serliga var ætlað teimum, ið standa fyri heilsufótbólti í ymisku feløgunum, sum í løtuni bjóða hetta tilboð.

Hesaferð var skeiðið fyriskipað í Havn, men ætlanin er at hava líknandi skeið aðrastaðni kring landið, og verða hesi á skránni, um undirtøka og áhugi er fyri tí.

Í løtuni eru átta feløg, ið regluliga skipað fyri heilsufótbólti hvørja viku. Talan er um AB, B36, B71, HB, MB, FC Suðuroy, NSÍ og TB, skrivar FSF.

Les meiri um heilsufótbólt her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder