2019-06-22 15:28
Tá tað kemur til 6 mannafør kvinnur er eingin ivi. Sølmundur hevur higartil verið einaráðandi, og aftur í dag vunnu kvinnurnar úr kappróðrarfelagnum NSÍ.
Eina løtu royndu tær á Smyrli at gera ein vørr, men megnaðu ikki at fylgja við Sølmundi síðsti parturin av róðrinum.
Sølmundur hevur vunnið allar tríggjar róðrarnar í ár.
6 mannafør kvinnur:
1. Sølmundur (05.14.34)
2. Smyril (05.18.12)
3. Fortuna (05.19.05)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald