Hondbóltur

Tríggir dystir avgjørdir á skrivaraborðinum

Liðini til hálvfinalurnar í steypakappingunum eru nú funnin. Hjá kvinnunum kom Neistin víðari uttan at vinna nakran dyst á vøllinum.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2022-02-03 12:51 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Við tveimum skrivaraborðssigrum hevur kvinnuliðið hjá Neistanum spælt seg til hálvfinalurnar í Faxe Kondi steypakappingini í hondbólti.

Avgerandi dysturin um hvør skuldi enda á øðrum plássi í bólki 2 skuldi spælast í Havn í  gjárkvøldið millum Neistan og VB úr Vági. Men av tí at VB er so mikið rakt av korona, kundu tær ikki seta lið, og Neistin er tí sett at vinna dystin 10-0

Sama hendi tá EB ikki fekk sett lið sunnudagin.

Hondbóltssamband Føroya hevur boðað feløgunum frá, at fyri at kunna avgreiða allar dystir áðrenn stóra steypafinaluvikuskiftið 19. og 20. februar, ber ikki til at gera koronaundantøk í steypakappingini og útseta dystirnar orsaka av koronu.

Avgerðin er tí, at H71 og Stjørnan koma víðari úr bólki 1 og Kyndil og Neistin úr bólki 2.

Spælast skulu tvær hálvfinalur. Fyrru hálvfinalurnar verða komandi sunnudag, tá Neistin spælir móti H71 og Kyndil móti Stjørnuni. Mikukvøldið 9. februar verður dysturin millum H71 og Neistan og sunnudagin 13. februar verður hin semifinalan millum Stjørnuna og Kyndil.

Hjá monnunum varð ein dystur avgjørdur á skriviborðinum. Tað var dysturin sunnudagin millum H71 og Team Klaksvík, har hoyvíkingar eru skrásettir at hava vunnið 10-0, tí klaksvíkingar ikki kundu møta.

H71 og Neistin hava sostatt spælt seg víðari úr bólki 1 og KÍF og VÍF úr bólki 2. Her vórðu tveir dystir spældir í gjárkvøldið. VÍF vann 30-23 á Kyndli og KÍF vann úti 30-27 á StÍF.

Fyrru hálvfinalurnar verða sunnudagin. Tá spæla Neistin móti KÍF og VÍF móti H71. Leygardagin 12. februar spæla KÍF og Neisin og dagin eftir H71 og KÍF.

Finalurnar í Faxe Kondi kappingini verða í høllini á Hálsi í Havn 19. februar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder