Hondbóltur

Tríggir føroyskir danmarksmeistarar í hondbólti um vikuskifti

Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Pauli Jacobsen vunnu DM-finaluna hjá U16 við Skanderborg í gjár.

Føroyingar í gullhatttum og við DM-gulli um hálsin. Frá vinstru til høgru: Elias, Pauli og Hákun
(Mynd: Zakaris Jacobsen)

Føroyingar í gullhatttum og við DM-gulli um hálsin. Frá vinstru til høgru: Elias, Pauli og Hákun (Mynd: Zakaris Jacobsen)

2019-04-29 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuskiftinum vóru FM-heitini hjá kvinnum og monnum her heima avgjørd. Eftir átta spennandi finalur samanlagt fóru Kyndil og H71 avstað við føroyameistaraheitunum. 

Fyri tveimum vikum síðani var Lív S. Poulsen úr Vestmanna við at vinna DM annað árið árið á rað við Herning-Ikast Håndbold. Harvið vunnu Lív og liðfelagirnir á U18-liðnum greipuna.

Í gjár gjørdu tríggir aðrir føroyingar tað sama. Fyri stórum mánaði síðani vann Skanderborg steypakappingini í U18, har Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum og Pauli Jacobsen allir vóru við. Teir eru annars U16-leikarar, og til "Final 4" i Roskilde í vikuskiftinum var U16-liðið hjá Skanderborg best. 

[object Object]
(Elias á Skipagøtu í hálvfinaluni)

Í hálvfinaluni vann føroyingaliðið úr Jyllandi stórsigur á Gunslevholm. Har gjørdi Elias um seg og varð toppskjútti við sjey málum. Hákun skoraði fýra mál í 32-18 sigrinum. Sostatt var finala á skránni hjá føroyingunum í gjár, og frammanfyri 1700 áskoðarum vann Skanderborg við fýra málum á stórfelagnum av Fjóni, GOG. Elias skoraði aftur sjey mál og var við sínum 14 málum tilsamans í vikuskiftinum sera umráðandi. Hákun skoraði tríggar ferðir í finaluni, og harvið sjey mál samanlagt í Final Four. Pauli Jacobsen er málverji hjá Skanderborg, og tilsamans fóru bert 40 mál inn í teimum báðum avgerandi dystunum.

Teir tríggir leikararnir, sum allir eru uppvaksnir í H71, eru partur av einum sterkum árgangi í føroyskum hondbólti, og teir hava havt eitt gott fyrsta kappingarár í Danmark 

DM-finalan hjá U16:
Skanderborg Håndbold - GOG 26-22 (15-9)
 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder