Annað

Tríggir føroyskir fimleikarar til EM

Astrið Nanly Breckmann, Rana Allansson Dalsgarð og Aron Djurhuus Jacobsen skulu umboða Danmark í Sveis um hálvan apríl. Hetta er beint undir helmingurin av danska landsliðnum.

Astrið Nanly Breckmann, til vinstru, er ein av trimum føroyingum, ið er úttikin til EM, sum verður um ein mánaða

Astrið Nanly Breckmann, til vinstru, er ein av trimum føroyingum, ið er úttikin til EM, sum verður um ein mánaða

2021-03-16 16:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fleiri føroyskir fimleikarar hava av álvara gjørt um seg seinastu tíðina, og nú er greitt, at beint undir helmingurin av danska landsliðnum til EM í Sveis verður mannað av føroyingum.

Talan er um Astrið Nanly Breckmann og Rana Allansson Dalsgarð úr Havnar Fimleikafelag og Aron Djurhuus Jacobsen, sum er havnarmaður, og sum til dagliga umboðar stóra danska felagið Gefion.

EM verður í Basel um hálvan apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder