2024-07-25 11:16
Eftir stuttan summarsteðg er venjingin hjá besta mansliðnum undir Mýruhjalla aftur byrjað.
Í hópinum eru tríggir nýggjir leikarar komnir til verka, boðar Skála Ítróttarfelag frá. Emil Rosenberg úr AC Horsens, Atli D. Petersen úr NSÍ og Maxwell Effom, ið er leigaður úr 07 Vestur fyri restina av kappingarárinum.
Fyrsti dystur hjá liðnum er 4. august í Gundadali ímóti HB, og venjingardystir verður móti EB/Streymi 27. juli undir Mýruhjalla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald