2019-06-01 15:26
Hóast veðrið er ógvuliga gott hevur enn ikki eydnast at fingið gongd á kappróðurin á Norðoyastevnu.
Orsøkin er, at tað vísir seg at vera trupult at fáa startin at liggja, sum hann skal.
Annika Dalsgaard, forkvinna í Róðrarsambandinum, upplýsti fyri Kringvarpinum fyri lítlari løtu síðani, at byrjað verður klokkan 15:30.
Flaggtíðirnar eru sostatt fluttar 40 minuttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald