“Ren opvisning” var ein av yvirskriftunum hjá Ekstrablaðnum meðan dysturin var í gongd.
Men uppvísning ella ikki, so vann Viborg “bara” 3-0 móti B36, og hóast tað verður trupult at koma aftur, so er tað ikki ómøguligt tá liðini næsta týsdag bresta saman í Havn í avgerðandi dystinum.
B36 hevði ikki nógv at bjóða uppá í álopinum, og tað var fyr tað mesta Viborg sum hevði spælið í hesum Conference League dystinum í triðja umfari.
Viborg førdi 1-0 í hálvleikinum eftir brotsspark tá 21 minuttir vóru farnir. Í seinna hálvleiki økti heimaliðið upp á tríggjar minuttir. Fyrst við máli í 49. minutti og síðani í 52. minutti.
Fleiri mál komu ikki í dystinum. 3-0 verður trupult, men einki er ómøguligt. Serliga ikki hjá B36-liðnum sum áður í Evropa hava spælt bæði longda leiktíð og avgjørt dystir við brotssparkskapping.
Seinni dysturin verður leiktur týsdagin 9. august klokkan 19 á Tórsvølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald