Fleiri feløg í Betrideildini tykjast at leita eftir meira styrki, nú ein mánaði er til kappingarbyrjan.
Heimir Guðjónsson váttaði fyri 3-2, at HB skal hava ein ella tveir leikarar inn afturat, og onnur feløg kring landið hava eisini radaran úti.
Í Eysturoynni tykist eitt stríð at hava tikið seg upp um Fróða Benjaminsen. Sambært bolt.fo vilja NSÍ, Víkingur og Skála gjarna hava fatur á undirskriftini hjá metmanninum á landsliðnum.
41-ára gamli leikarin vann FM við Vìkingi í 2017, síðani fylgdi hann við Sámal Erik Hentze til NSÍ, har hann leikti í fjør. Fróði býr á Strondum, ið ger vegin til venjing stytst, um hann spælir fyri Skála, ið eisini hava ein møguleika at fáa ógvuliga rutineraða og nógv vinnandi leikaran. Eyðun Klakstein hevur boðað frá, at Skála leitar eftir einum miðverja, og Fróði Benjaminsen hevur fyrr røkt plássið sum miðverji.
Tað er enn óvist, hvar Fróði Benjaminsen spælir í 2019, um hann væl at merkja velur at taka eitt ár afturat. Hetta kemur tó allarhelst uppá pláss skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald