2. umfar í Betrideildini er av. Tað fór í gongd í seinnapartin leygardagin, tá KÍ vitjaði í Trongisvági. Tað endaði við, at KÍ í nógva vindinum og við einum leikara í yvirtali avgjørdi dystin langt inni í yvirtíðini við einum brotssparki.
Les um dystin her
Tríggir dystir fóru í gongd klokkan 15.00. 15.10 vóru trý mál komin, og eitt korter yvir trý vóru fimm mál skoraði kring landið. HB og B36 løgdu grundarlagið fyrsta korterið, og talan gjørdist um tryggar sigrar til havnarfeløgini.
Í Fuglafirði legði HB sera hart út. Liðið hjá Jens Berthel Askou var í einari 4-4-2 skipan við diamanti á miðvøllinum og trýsti ÍF høgt og væl. Spælið við bóltinum var eisini ágangandi, og tvey góð innlegg frá Daniel Johansen fyrsta korterið vórðu stútaði í málið. Fyrst var tað Heðin Hansen beint eftir ein deyðbólt, og síðani var tað Adrian Justinussen, ið sannliga vísti, at hann eisini dugdi at stúta. ÍF kom síðani betri inn í dystin eina løtu: Ari Ellingsgaard rakti stongina, og Jens Joensen prikaði beint framvið. Ístaðin økti HB. Mathias Nygaard snittaði ein lagan bólt longur inn í brotsteigin, og René Shaki Joensen beindi bóltin í málið. Eftir stegðin fekk Daniel Johansen eitt óneyðugt seinna gula kort, men HB koyrdi sigurin trygt heim. Uros Stojanov minkaði tó um munin í yvirtíðini, og serbin er nú toppskjútti í Betrideildini.
Hóast HB ikki helt málið reint hesuferð, kundi Teitur fegnast (Mynd: Sverri Egholm)
Uros Stojanov (Mynd: Sverri Egholm)
B36 skoraði eisini trý mál, men kundi uttan trupulleikar fingið fleiri. Ártalsfelagið skapti fleiri møguleikar móti AB, sum hesaferð als ikki fekk hótt. Fyrsta málið var sjálvmál, og í samband við 2-0 og 3-0 legði Sebastian Pingel bóltin væl til rættis fyri málskjúttanum, eftir at B36 gjørdi skjótt av. Sigurin hjá heimaliðnum var ongantíð í vanda, og B36 hevur seks stig og málmunin 5-0 eftir tvey umfør.
Andras Egeberg Jacobsen gjørdi lívið súrt fyri Víking og Vukasin Tomic í tveimum førum. Ungi áleyparin megnaði tíðliga í dystinum at fáa fatur á einum lesyum bólti, trekkja framvið serbiska miðverjanum og snýta Elias. Í 2. hálvleiki vann hann bóltin av Tomic, ið als ikki va rnóg avgjørdur, bólturin datt til Jan Ingason Hansen, ið var í rangstøðu, men hann setti bóltin í málið, og tað varð ikki kolldømt - fyrsta málið hjá Jan í Betrideildini. Ímillum her var bólturin tríggjar ferðir farin framvið Bárði á Reynatrøð. Fyrst var tað Finnur Justinussen, ið fekk sítt fyrst mál aftur í føroyskum fótbólti (ivasamt var, um tað var rangstøða), síðani var sjálvmál og síðani brotsspark. Skála royndi at hótta, men Víkingur avgjørdi seinastu løtuna. Fyrst skoraði Lukasz sítt fyrsta mál sum Víkingur eftir umstilling, og síðani var tað Vatnhamar til Vatnhamar. Víkingur hóraði undan og skoraði fimm ferðir. Millum teir appelsinlittu var ónøgd við, at Bogi Reinert Petersen ikki fekk reytt kort, og at Hjalti Strømsten ikki fekk brotsspark beint áðrenn 4-2 málið.
Sølvi Vatnhamar skorar við brotssparki (Mynd: Sverri Egholm)
Við Margáir var NSÍ greitt omaná og vann 3-0. Møguleikar vóru sanniliga til nøkur mál afturat. Ungu miðvallarnir Móritis Heini Mortensen og Aron Knudsen skoraði hvør sítt mál í 1. hálvleiki eftir góðar renningar inn í brotsteigin. Í 2. hálvleiki økti Petur Knudsen við brotssparki. Fríggjakvøldið fær NSÍ av álvara roynt seg móti Víkingi.
Samanumtikið var greitt í dag, at topp-fimm liðini eru nakað væl omanfyri. Víkingur hevði trupulleikar í løtum, men B36 og NSÍ vunnu 3-0 og burdu helst vunnið meira, og HB var á odda 3-0 eftir stóran hálvan tíma og spældi í undirtali í næstan ein hálvleik.
2. umfar í Betrideildini
Sunnudagin 17.05
B36 – AB 3-0 (2-0)
8’ Sjálvmál 1-0
16’ Árni Frederiksberg (Sebastian Pingel) 2-0
93’ Meinhard Egilsson Olsen (Sebastian Pingel) 3-0
Myndir frá dystinum
ÍF – HB 1-3 (0-3)
10’ Heðin Hansen (Daniel Johansen) 0-1
14’ Adrian Rúnasson Justinussen (Daniel Johansen) 0-2
35’ René Shaki Joensen (Mathias Nygaard) 0-3
90’ Uros Stojanov (Filip Djordjevic) 1-3
Reytt kort: Daniel Johansen (50' - Seinna gula)
Myndir frá dystinum
Víkingur - Skála 5-2 (1-1)
9’ Andreas Egeberg Jacobsen 0-1
45’ Finnur Justinussen (Gunnar Vatnhamar) 1-1
49’ Sjálvmál 2-1
65’ Sølvi Vatnhamar (br.) 3-1
70’ Jan Ingason Hansen (Andreas Egeberg Jacobsen) 3-2
85’ Lukasz Cieslewicz (Finnur Justinussen) 4-2
90’ Gunnar Vatnhamar (Sølvi Vatnhamar) 5-2
Myndir frá dystinum
Videosamrøða við Sølva Vatnhamar
EB/Streymur – NSÍ 0-3 (0-1)
7' Mórits Heini Mortensen (Jann Benjaminsen)
25' Aron Knudsen (Petur Knudsen)
62' Petur Knudsen (br.)
Myndir frá dystinum
Video við Rógva Egilstoft Nielsen
Í gjár:
TB - KÍ 1-2 (0-1)
28' Jóannes Bjartalíð 0-1
78' Rógvi Joensen br. 1-1
90 (+6) Jóannes Bjartalíð 1-2
Støðan:
1. NSÍ (6 stig)
2. B36 (6 stig)
3. HB (6 stig)
4. Víkingur (4 stig)
5. ÍF (3 stig)
6. KÍ (3 stig)
7. AB (1 stig)
8. EB/Streymur (0 stig)
9. TB (0 stig)
10. Skála (0 stig)
3. umfar:
Fríggjadagin 22.05
NSÍ - Víkingur
Leygardagin 23.05
B36 - Skála
EB/Streymur - TB
ÍF - KÍ
Sunnudagin 24.05
AB - HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald