Fótbóltur

Trygd stuðlar kurvabóltinum

Trygd og Menningarsambandið fyri kurvabólt hava í dag longt samstarvsavtaluna fram til 2020.

2018-09-05 21:04 Author image
Tíðindaskriv

Trygd og Menningarsambandið fyri kurvabólt hava í dag longt samstarvsavtaluna fram til 2020, og sostatt verður Trygd framhaldandi høvuðsstuðul hjá føroyskum kurvabólti. Trygd verður tískil við til at tryggja framhaldandi menningina, sum hevur sett sín dám á føroyskan kurvabólt seinastu tíðina. Trygd verður eisini ein sjónligur partur av kurvabóltslandsliðnum, sum hevur spennandi avbjóðingar fyri framman, eitt nú á oyggjaleikunum í Gibraltar í 2019.

Trygd-kappingin
Trygd-kappingin, ið er heimliga kurvabóltskappingin, hevur verið støðugt vaksandi, síðan fyrsta stuðulsavtalan varð undirskrivað í 2017, og fer deildin komandi tvey árini framhaldandi at eita Trygd-kappingin. 

John Norðbúð Thomsen, nevndarformaður í Menningarsambandinum fyri kurvabólt, fegnast um, at føroyskur kurvabóltur við hesum fær ein stinnan viðspælara: "Virðini hjá Trygd - dugnasemi, eldhugi og framsøkni -  eru virði, ið vit í okkara virksemi taka fult undir við og ynskja, at okkara leikarar eisini taka til sín og virka eftir.".

Brian Smedemark, stjóri í Trygd, er væl nøgdur við, at samstarvið við føroyskan kurvabólt heldur fram. “Føroyskur kurvabóltur hevur ment seg sera nógv seinastu árini, og tað verður ómetaliga spennandi at kunna fylgja við gongdini í framtíðini. Sum høvuðsstuðul fáa vit møguleikan at stuðla framhaldandi menningini av ítróttargreinini, samstundis sum vit kunnu virka fyri at veita føroyskum kurvabólti enn betri umstøður til at skapa góð úrslit og góðar upplivingar fyri bæði áskoðarar og íðkarar,” sigur Brian Smedemark.

placeholder
placeholder