Annað

Mjølnir og Fleyr hava fyrimunin undan seinnu finalunum

Dráttur og SÍ skulu vinna fýra sett fyri at gerast føroyameistari. Stóri avgerandi dagurin í flogbóltskappingarárinum verður á Hálsi í morgin - finalurnar eru klokkan 15 og klokkan 18.

Hanna Andriasardóttir Olsen og Fleyr gjørdu bart á Giljanesi mikudagin. Í steypafinaluni var Dráttur omaná - í morgin  hittast liðini aftur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hanna Andriasardóttir Olsen og Fleyr gjørdu bart á Giljanesi mikudagin. Í steypafinaluni var Dráttur omaná - í morgin hittast liðini aftur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-04-26 16:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er ógvuliga tungt at venda tí eftir tap í fyrru FM-finaluni. Soleiðis hevur tað víst seg at verið seinastu árini, tá flogbólturin hevur havt tvær finalur og eitt møguligt "gullsett", um liðini vinna hvør sína finalu.

Í morgin hava vágafeløgini Dráttur og SÍ ein nýggjan møguleika. Dráttur tapti spennandi fimm-settara fyri Fleyr í fyrru finaluni hjá kvinnum mikukvøldið, meðan SÍ tapti 3-0 í Klaksvík í gjár.

Sí eisini: 
Mjølnir vann lættliga á SÍ í fyrru FM-finaluni
Fleyr vann á Drátti í fimmsettara í fyrru FM-finaluni

[object Object]
Mjølnir og SÍ skulu aftur stríðast um eitt steyp á Hálsi í morgin (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Mjølnir tapti óvæntað steypafinaluna móti SÍ fyrr í ár, og harvið eru menninir úr Klaksvík ógvuliga svangir eftir steypinum. Mjølnir hevur sitið á landskappingini seinastu árini, og vil royna at avgerða tað í fimm settum ella undir tí í annaðkvøld.

Hjá kvinnum roynir Fleyr eisini at løna eitt steypafinalutap aftur. Her er helst lagt upp til størri spenning enn hjá monnum. Dráttur trýsti Fleyr í ein fimm-settara men gagnnýtti ikki heimavallarfyrimunin. Í morgin er møguleikin at vinna greipuna, men nógv skal til.

Seinnu FM-finalurnar 
Í morgin, leygardagin 27.04 - Høllin á Hálsi

Kvinnur: 
15:00: Dráttur - Fleyr

Menn:
18:00 Mjølnir - SÍ

Vinnur vinnarin frá fyrra dystinum- sama hvat settmunurin er - so er føroyameistaraheitið teirra. Vinnur hitt liðið - sama hvat settmunurin er - so verður føroyameistaraheitið avgjørt í gullsetti, sum gongur upp í 15.

Atgongumerki eru galdandi fyri báðar finalurnar - fyri 16 ára gomul og yngri er ókeypis atgongd.

Televarpið vísir báðar finalurnar

Kelda: fbf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder