Eftir at hava tapt tey bæði fyrstu settini, kom Dráttur afturíaftur og javnaði til 2-2 í settum, men í javnbrótaranum gjørdi Fleyr bart og vann 15-9.
Fleyr fekk fína byrjan upp á dystin, sum varð spældur á Giljanesi, og legði seg á odda 4-0 í fyrsta setti, men Dráttur javnaði til 7-7 og fór framum 10-7. Fleyr mentist tó aftur og fór framumaftur 15-11 og megnaði at halda frástøðuna og vinna settið 25-19. Í avgerandi løtum megnaði blokkurin hjá Fleyr at steðga Terezu Kerpčarová, og settbóltin vann Heidi Christiansen við blokki.
Í øðrum setti vann Dráttur seg framum 14-9, men við fimm stigum á rað legði Fleyr seg á odda 16-15, og megnaði akkurát at halda seg frammanfyri restina av settinum.
Í triðja setti hevði Fleyr júst fingið um endan aftur, eftir at Dráttur hevði verið frammanfyri 6-3, men við sjey stigum á rað dró Dráttur frá og legði seg framum 14-6, og so beið ikki bøtur hjá Fleyr.
Í fjórða setti hevði Dráttur leingi yvirvág, men Fleyr kom í góða støðu og var á odda 23-21. Dráttur helt tó høvdið kalt og vann fýra stig á rað og settið 25-23.
Fyrstu løtuna í javnbrótaranum skiftust liðini um at fáa stig, men eftir 4-4 gjørdi Fleyr eitt skarvslop og fór framum 11-4, eftir at Anja Danielsen hevði lagt trýst á við góðum servum. Dráttur nærkaðist nakað, men munurin var ov stórur, og seinasta smassjinum frá Hannu A. Jacobsen fekk Dráttur ikki bilbugt við, og so hevði Fleyr vunnið fyrra finaludystin 3-2.
Seinna finalan verður í Høllini á Hálsi leygardagin 27. apríl kl. 15. Vinnur Fleyr, so er Fleyr føroyameistari. Vinnur Dráttur hinvegin, so verður føroyameistaraheitið avgjørt við gullsetti, sum gongur upp í 15.
Hagtølini siga, at síðan farið varð undir at spæla FM-finalur í 2010, hevur tað altíð verið liðið, sum vann fyrsta dystin, sum er vorðið føroyameistari. Verður tað øðrvísi í ár?
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald