Í kvøld hava Bjarnhild í Buð Justinussen og Miriam í Grótinum vunnið sær pláss í fjórðingsfinalu í tvímansleiki í altjóða kappingini Yonex Finnish International 2
Hetta skrivar Badmintonsamband Føroya á Facebook-síðu sínari í kvøld.
Ungu føroysku kvinnurnar úr ávíkavist Klaksvíkar Badmintonfelag og Havnar Badmintonfelag hava roynt seg í nógvum ymiskum altjóða kappingum áður.
Tær kappast nú saman í Finnlandi, og í kvøld feldu tær eitt finskt par. Tað gjørdi ikki mun, at hesar vóru á heimavølli: Tað endaði 21-7 og 21-15 til Miriam og Bjarnhild, ið harvið vunnu greitt 2-0.
Í fjórðingsfinaluni í morgin møta tær einum pari úr Estlandi. Fjórðingsfinalurnar byrja klokkan 10 í morgin, leygardagin, men tað er tó ikki heilt víst, nær tær føroysku skulu á vøllin.
Miriam í Grótinum skal á vøllin meira enn eina ferð í morgin. Badimtonssambandi skrivar, at Miriam eisini hevur vunnið sær pláss í fjórðingsfinalu í blandaðum tvímansleiki - saman við grønlendska makkaranum Maluk Tiger, sum hon venur saman við dagliga í KBK í Keypmannahavn. Í fjórðingsfinaluni møta tey einum pari úr Malaysia.
Spennandi dagur hjá Miriam í Grótinum, sum venur við í Danmark til dagliga (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald