Fótbóltur

Tuchel er nýggjur venjari hjá Onglandi

Heldur óvæntað tekur 51-ára gamli týskarin við eftir Gareth Southgate. Hetta hendir 1. januar og er sáttmálin í fyrstu syftu galdandi til og við HM-endaspælið í 2026.

Thomas Tuchel var venjari, tá Chelsea vann Champions League í 2021 við finalusigri á Manchester City (Mynd: EPA)

Thomas Tuchel var venjari, tá Chelsea vann Champions League í 2021 við finalusigri á Manchester City (Mynd: EPA)

2024-10-16 11:13 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður maðurin, sum vann Champions League við Chelsea í 2021, ið skal royna at leiða "Tær tríggjar leyvurnar" til fyrsta stóra steypið síðani HM í 1966.

Eftir nakrar gitingar í fyrst týskum og síðani bretskum miðlum seinastu dagarnar, váttaðu journalistar sum Fabrizio Romano tað í gjár. Fyrrapartin hevur FA kunngjørt Thomas Tuchel sum nýggjan venjara í skrivi við nógum lovorðum og sitatum.

Stutt eftir EM-finaluna í Berlin í summar, steðgaði Gareth Southgate í starvinum. Hann hevði tá staðið á odda í útvið átta ár. Síðani hevur Lee Carsley verið fyribils høvuðsvenjari.

[object Object]
Gareth Southgate leiddi Ongand til tvær EM-finalur - men tapti báðar (Mynd: EPA)

Tað verður Carsley eisini til seinastu Nations League-dystirnar í november. 1. januar tekur Thomas Tuchel, sum fyrr í ár varð uppsagdur í Bayern München, við.

51-ára gamli týskarin hevur áður stjórnað Mainz, Borussia Dortmund, PSG, CHelsea og so Bayern. Hann hevur ongantíð áður verið venjari í landsliðsfótbólti.

Thomas Tuchel var venjari, tá Chelsea vann Champions League í 2021 við finalusigri á Manchester City.

Hansara setan er úrslit av "drúgvum og gjøgnumførdum arbeiði" hjá einari enskari setanarnevnd. Leiðaraevnini, sum hann millum annað vísti í stjórnarleoysinum hjá Chelsea hava verið týðandi her, halda bretskir miðlar.

Onglendingurin Anthony Barry tekur við sum hjálparvenjari. Hann hevði stórt álit hjá Tuchel í Chelsea og fór síðani við til Bayern.

Teir byrja í 2025 og uppgávan eitur HM 2026 - í fyrstu syftu í øllum førum. Sáttmálin millum FA og Thomas Tuchel er ikki longur enn 18 mánaðar.

Tuchel verður triði útlendski venjarin, eftir Sven-Göran Eriksson og Fabio Capello, sum skal stjórna enska manslandsliðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder