Fótbóltur

Tummas Erling Djurhuus settur sum ítróttarstjóri í B36

50-ára gamli venjarin úr Øravík kemur aftur til B36 og fær nýggjan leiklut. Hann skal, í parttíðarstarvi, standa fyri professionaliseringini av ítróttaliga partinum av felagnum.

Tummas Erling Djurhuus var í nøkur ár høvuðvenjari hjá besta kvinnuliðnum í B36. Hann steðgaði í 2023, tá hann fór til TB - nú er maðurin við venjara- og leiðarútbúgving aftur í B36-húsinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tummas Erling Djurhuus var í nøkur ár høvuðvenjari hjá besta kvinnuliðnum í B36. Hann steðgaði í 2023, tá hann fór til TB - nú er maðurin við venjara- og leiðarútbúgving aftur í B36-húsinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-21 11:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

B36 hevur fyri lítlari løtu síðani kunngjørt, at Tummas Erling Djurhuus er settur í starv sum ítróttarstjóri.

Felagið hevur áður havt fólk, sum hava røkt, tað sum svarar til hendan postin, men hetta er sum so fyrstu ferð, at B36 hevur sett ein ítróttarstjóra. Talan er um nakað, ið fleiri felag sum skilst fara at raðfesta hægri til næstu árini.

B36 skrivar, at arbeiðsuppgávan í høvuðsheitum verður at standa fyri professionaliseringini av ítróttaliga partinum av felagnum, bæði fakliga og fyrisitingarliga, og saman við nevndini at útinna tey mál, sum eru sett fyri framtíðina.

- Tað er stórur heiður at hava fingið boðið hetta starvið, og eg eri sera spentur at fara í holt við uppgávuna. Eg fari at gera mítt ítarsta fyri at stuðla ítróttaliga partinum av felagnum til heiður og æru í tíðini sum kemur, sigur Tummas Erling Djurhuus.

[object Object]
Marita Debess Magnussen, forkvinna, saman við Tummasi Erling Djurhuus (Mynd: Fótbóltsfelagið B36)

50 ára gamli Tummas Erling Djurhuus er vælkendur í B36-húsinum. Hann hevur fyrr verið høvuðsungdómsvenjari, vunnið uppflyting við næstbesta mansliðnum og staðið á odda fyri besta kvinnuliðnum. Hann hevur eisini venjararoyndir úr AB, NSÍ, EB/Streymi og TB. Seinasta árið hevur hann verið hjálparvenjari á kvinnulandsliðnum.

- Krøvini til at reka eitt stórt og fevnandi fótbóltsfelag sum B36 herðast, og tað setur ávísar treytir til bygnaðin í felagnum. Parttíðarstarvið sum ítróttastjóri er ein umráðandi liður í hesum arbeiðinum, skrivar B36.

Tummas Erling Djurhuus hevur A-venjaraprógv, og annars lokið kandidatprógv innan vinnubúskap, umframt MBA-leiðaraútbúgving í Corporation Sustainability og Leadership Psychology.

Besta mansliðið hjá B36, sum helst verður høvuðsøki hjá ítróttarstjóranum, liggur á 5. plássi í Betrideildini, nú fimm umfør resta í. Tað sær út til, at ein sigur í steypafinaluni er neyðugur, um B36 skal koma út í Evropa næsta ár. Hetta verður helst týðandi fyri, hvussu felagið arbeiðir næsta ár, tí tað hevur so stóra fíggjarliga ávirkan.

Rættað og dagført: 11.32

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder