Turkiskur fótbóltsdómari sligin niður

Allir dystir í bestu turkisku deildini eru fyribils útsettir eftir ógvusligan tilburð í gjárkvøldið.

Halil Umut Meler fekk nevan av einum fótbóltsformanni í gjárkvøldið (Mynd: BBC)

Halil Umut Meler fekk nevan av einum fótbóltsformanni í gjárkvøldið (Mynd: BBC)

2023-12-12 07:31 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Allir fótbóltsdystir í bestu turkisku kappingini eru fyribils útsettir eftir at ein dómari varð sligin í høvdið av einum formanni í fótbóltsfelag í gjárkvøldið.

Tað upplýsti turkiska fótbóltssambandið, TFF, um midnáttarleitið, sambært AFP tíðindastovuni.

Hendingin fór fram beint eftir at 1-1 dysturin millum Ankaragücü og Rizespor var blástur av.

Júst sum dómarin hevði bríkslað av, leyp formaðurin í Ankaragücü, Faruk Koca, inn á vøllin og gav dómaranum, Halil Umut Meler, nevan í andlitið, so hann small í vøllin.

- Hetta andstyggiliga álopið var ikki bert móti Halil Umut Meler. Ómenniskjaliga og vanvirðisliga álopið var eitt álop móti øllum áhugamálum í turkiskum fótbólti, skrivaði fótbóltssambandið í síni fráboðan.

Meðan dómarin lá á vøllinum varð hann sparkaður í andlitið av øðrum persónum, sum fylgdu Faruk Koca út á vøllin, vísa myndir av hendingini, ið eru at síggja á sosiala miðlinum X.

Har eru eisini myndir av Halil Umut Meler, sum við einm stórum blóðkýli undir øðrum eyganum.

Sambært turkiska fótbóltssambandinum verður tilburðurin nú kannaður saman við ákæruvaldinum.

Sambært Faroesoccer, hevur umrøddi dómarin í hvussu so er í tveimum førum dømt dystir við føroyskum liðum. 26. mars 2019, tá A-landsliðið spældi undankappingardyst móti Rumenia í Cluj, og 1. august 2019, tá HB spældi Europa League móti norðurírska liðnum Linfield í Belfast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder