FSF hevur júst kunngjørt føroysku byrjanaruppstillingina til seinasta dystin í hesari EM-undankappingini, sum verður her í Svøríki í kvøld.
Hetta er seinasta liðið, ið Lars Olsen setir sum føroyskur landsliðsvenjari. Tað er samstundis eisini seinasta ferðin, at Atli Gregersen leiðir føroyska liðið út á vøllin.
Lars: Eri vorðin glaður fyri Føroyar og føroyingar
Atli: Hatta rørir meg djúpt
Stór orð um persónligheitina Atla
Hesaferð er Heini Vatnsdal høgrumeðin Atla. Odmar Færø, ið røkti plássið í Oslo, er ikki nóg birgur til at byrja inn. Hetta merkir, at Rógvi Baldvinsson verður fluttir aftur á plássið sum vinstri miðverji, og tað merkir, at Sølvi Vatnhamar verður á sentrala miðvøllinum saman við Brandi Hendrikssyni. Jóan Símun Edmundsson verður hesaferð framrættaður miðvallari/høgri kantur, og metmálskjúttin í føroyskum fótbólti kemur inn í álopið.
Sí eisini:
Brandur: Vilja vísa nakað eftir eitt tað ringasta avrikið í ár
Á vinstra vongbakki er ein "mann fyri mann broyting". Viljormur Davidssen kemur inn á plássið, har Ári Mohr Jónsson fekk møguleikan á Ullevaal.
Føroyska liðið (5-4-1/3-4-3):
Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson Sørensen, Heini Vatnsdal Atli Gregersen (L), Rógvi Baldvinsson, Viljormur Davidsen – Jóan Símun Edmundsson, Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Jóannes Bjartalíð – Klæmint Andrasson Olsen
Klæmint og Viljormur til venjingina í Stokkhólmi í gjár (Myndir: Sverri Egholm)
Eykaspælarar verða Teitur M. Gestsson, Kristian Joensen, Magnus Egilsson, Ári Mohr Jónsson, Andrias H. Eriksen, Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Kaj Leo í Bartalsstovu, Árni Frederiksberg og Patrik Johannesen.
Fyrsta bríksl á Friends Arena er klokkan 19.45
Sí eisini: Myndir: Í stórfingnum umstødum í Stokkhólmi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald