Atli Gregersen spælir sín 59. og seinasta landsdyst í annaðkvøld, tá Svøríki tekur ímóti Føroyum á Friends Arena í Stokkhólmi.
Liðformaðurin sigur, at hann fer at sakna liðfelagarnar og allar rundan um liðið, og at hann hevur havt nógv fantastisk upplivilsi.
Atli Gregersen er 37 ára gamal, og tað eru bara tíggju ár síðani, at hann fyrstu ferð kom á landsliðið.
"Eftir ein minutt á landsliðnum hugsaði eg, at eg heldur skuldi sitið á áskoðaraplássinum", sigur Atli Gregersen í samrøðuni, sum vit gjørdu við hann í gjár.
Hoyr millum annað eisini Atla avdúka, hvør besti leikari sum hann hevur leikt ímóti á landsliðnum er.
(Lagt til rættis: Agnar Prestá og Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald