Hondbóltur

Tvær í HM-hópinum hava framvegis ikki vant við

Skaðar órógva á vongplássunum, men landsliðsvenjarin væntar, at Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Karin Egholm verða tøkar í Týsklandi. Hervør Niclasen og Joan Johannesen venja við hesa vikuna.

Karin Egholm hevur fingið eitt lítið afturfall í liðbondunum í fótinum, sum hon meiðslaði til venjing dagin fyri dystin móti Montenegro fyri einum mánaða síðani (Mynd: Sverri Egholm)

Karin Egholm hevur fingið eitt lítið afturfall í liðbondunum í fótinum, sum hon meiðslaði til venjing dagin fyri dystin móti Montenegro fyri einum mánaða síðani (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-18 21:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

20-ára gamla Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe er darvað av hælsinuni og hevur ikki spælt í seinastu dystunum hjá H71.

Javngamla Karin Egholm fór út móti endanum av dystinum hjá H71 í Vági fríggjadagin. Talan var um eitt lítið afturfall í liðbondunum í fótinum, sum hon meiðslaði til venjing dagin fyri dystin móti Montenegro fyri einum mánaða síðani.

Les eisini: Karin hevur beklað

Harvið hava tær báðar yngstu av útispælarunum - ein á hvør sínum vongi á landsliðnum - ikki vant við higartil hesa vikuna. Hópurin savnaðist til venjing í seinnapartin gjár, og hildið varð fram við Streymin í dag. 

Les eisini: Myndir: HM-hópurin stríðist við Streymin

[object Object]
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe og Karin Egholm til landsliðsvenjing við Tjarnir. Tær hava ikki fingið vant enn í HM-fyrireikingunum (Mynd: Sverri Egholm)

Í viðtalu við 3-2 hjá Kringvarpinum í gjár, staðfesti Claus Mogensen tó, at hann væntar, at báðar verða til reiðar til HM-endaspælið, sum byrjar um eina viku.

Sum skilst sær betri út hjá Karin Egholm, ið fer at venja eitt sindur við í morgin. 

Tveir vongspælarar hava verið við til venjingar ístaðin. Talan er um Hervør Niclasen og Joan Johannesen úr ávikavist Neistanum og Kyndli. 

[object Object]
Hervør Niclasen var við til nakrar dystir í undankappingini til EM 2024. Hon er vinstri vongur og millum annað sterk í mótiálopum (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Joan Johannesen er tað yngri, og høgri vongurin hjá Kyndli gjørdi millum annað vart við seg til U19 EM í summar

[object Object]Eftir hagtølunum hjá Handballstatz hevur Joan Johannesen verið besti høgri vongurin í SMS-deildini  tveir teir fyrstu mánaðirnar í kappingini (Mynd: Handballstatz)

Bæði Hervør Niclasen og Joan Johannesen standa á listanum yvir føroyska bruttohópin hjá Føroyum, og kunnu tær harvið skiftast inn, um so er, at hinar ikki verða tøkar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder