Hondbóltur

Tveir dystir í Okkara-deildini í kvøld

StÍF tekur ímóti KÍF, og klaksvíkingar vitja í Vestmanna.

KÍF skal royna at sleppa framvið Kyndli. Í kvøld spælir KÍF á Skála
(Mynd: EPA)

KÍF skal royna at sleppa framvið Kyndli. Í kvøld spælir KÍF á Skála (Mynd: EPA)

2019-01-16 17:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir landsdystirnar ímóti Grønlandi í vikuskiftinum er nú aftur umfar í fremstu mansdeildini. Tveir dystir eru á skránni í kvøld, og ein verður leiktur í morgin:

20.00: StÍF - KÍF 
           VÍF - Team Klaksvík

Í morgin: Kyndil - H71

Støðan í Okkara-deildini: 
Neistin 20 
VÍF 19
H71 18 *
Kyndil 17
KÍF 12
StÍF 8 *
Team Klaksvík 2

*Ein dyst færri

VÍF er stórfavorittur á heimavølli, og kann leggja seg á odda aftur í deildini. Klaksvíkingar hava havt tað trupult við at fáa tingini at hanga saman í ár og hava tapt nógvar dystir stórt. 

Á Skála eru kollfirðingar á vitjan. Útiliðið hevur tørv á tveimum stigum, um møguleiki skal vera fyri at røkka topp-fýra. KÍF jagstrar Kyndil, og kann nærkast við sigri í kvøld. StÍF hevur tó vunnið báðar dystirnar ímóti kollfirðingum í kappingarárinum, so tað er lagt upp til ein spennandi dyst. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder