Fótbóltur

Tveir dystir í Premier League í kvøld

Manchester United kann koma uppá 3. plássið, og Fulham kann verða sent niður.

United og Watford hittust leygardagin, har teir í reyðum vunnu 2-1. Í kvøld spæla liðini aftur
(Mynd: EPA)

United og Watford hittust leygardagin, har teir í reyðum vunnu 2-1. Í kvøld spæla liðini aftur (Mynd: EPA)

2019-04-02 15:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag og í morgin spæla liðini, sum skulu spæla hálvfinalu í FA Cup í vikuskiftinum sínar dystir í 32. umfari í Premier League. Umframt hetta spæla Tottenham og Crystal Palace London-uppgerð á nýggja leikvøllinum hjá Tottenham, sum endiliga er klárur. 

Í kvøld (02.04): 
19.45: Watford - Fulham
           Wolves - Manchester United (TV3+/Viaplay)

Í morgin (03.04): 
19.45: Chelsea - Brighton 
          Manchester City - Cardiff (TV3 MAX/Viaplay)
          Tottenham - Crystal Palace (6'eren/Viaplay)      

Í kvøld er mest fokus á Manchester United, ið hevur torføra uppgávu á útivølli móti Wolves. Úlvarnir hava havt eitt gott kappingarár, og teir hava serliga gjørt vart við seg móti topp-seks liðum. Uppflytararnir fingu javnleik á Old Trafford í heyst, og beint undan landsliðssteðginum varð liðið hjá Solskjær sligið út av FA Cup á Molineux. Í kvøld skal stórfelagið royna at løna Wolves ósigur aftur og taka 3. plássið, sum Arsenal kom uppá í gjár. Talan er um eit ógvuliga tætt stríð um Champions League-plássini, har trý stig eru ímillum nummar 3 og nummar 6 (Chelsea) United er á 4. plássi, og fekk trý stig móti Watford leygardagin, men tað var eftir eitt minni gott avrik.

Júst Watford tekur ímóti Fulham í kvøld, og kann við einum sigri senda uppflytararnar niður aftur í The Championship. Fulham hevur havt eitt ógvuliga trupult kappingarár, og sjálvt um liðið ikki tapur í kvøld, so er tað bara ein spurningur um tíð, áðrenn niðurflytingin er veruleiki. Watford kappast við millum onnur Wolves, um at enda ovast av liðunum uttanfyri topp-seks.


  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder