Hondbóltur

Tveir metrar og 12-spælari aftur á danska hondbóltslandsliðnum

Føroyingar kunnu vænta harða mótstøðu, tá teir spæla heimadyst móti Danmark í Danmark.

Nikolaj Markussen stingur upp um allar sínar viðspælarar (Savnsmynd)

Nikolaj Markussen stingur upp um allar sínar viðspælarar (Savnsmynd)

2018-10-10 08:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyaka mansliðið í hondbólti fær mótstøðu í heimsflokki, tá teir leygardagin 27. oktober skulu spæla heimadyst móti Danmark í Skjern Arena.

Ikki bara eru heimsklassaspælarar, sum Mikkel Hansen, Rasmus Lauge og Niklas Landin við á liðnum, sum Nikolaj Jacobsen hevur sett til dystirnar móti Ukreina og Føroyum í næstum. Nýggjur maður á danska landsliðnum er hin 212 sentimetrar høgi Nikolaj Markussen, sum nú aftur er partur av danska landsliðnum.

Markussen er millum hægstu hondbóltsspælarar yvirhøvur, og er sera skotsterkur. Orsaka av skaðum hevur hann oftani givið avboð, tá danski landsliðsvenjarin hevur havt boð eftir honum.

Markussen er liðfelagi við føroyska Johan á Plógv Hansen, ið ikki fekk donsk landsliðsboð hesaferð, og hevur heima í Bjerringbro-Silkeborg skotið hópin av málum, 23 mál í seks dystum í heimligu kappingini og 22 ferðir í Champions League.

Markussen byrjaði sína hondbóltsleið hjá Team Helsinge og Nordsjælland Håndbold, men gjørdist í 2011 professionellur í Atletico Madrid í Spania og seinni El Jaish í Katar. Í 2014 kom hann aftur til Danmarkar fyri at spæla fyri Skjern, og síðan 2015 hevur hann spælt við Bjerringbro-Silkeborg.

Nikolaj Markussen er skrásettur fyri 53 landsdystir og 120 mál fyri Danmark. Hann var við, tá Danmark vann EM gull í Serbia í 2012 og HM silvur í Spania í 2013.

Danska lansliðið er mannað við hesum spælarum:

Málverjar: Niklas Landin, THW Kiel, Jannick Green, SC Magdeburg og Kevin Møller, FC Barcelona

Strikuspælarar: Rene Toft Hansen, Veszprém, Henrik Toft Hansen, PSG Handball og Alexander Lynggaard, Saint-Raphaël Var

Vongspælarar: Casper U. Mortensen, FC Barcelona, Magnus Landin, THW Kiel, Lasse Svan, Flensburg-Handewitt og Hans Lindberg, Füchse Berlin

Bakkspælarar: Mikkel Hansen, PSG Handball, Nikolaj Markussen, Bjerringbro-Silkeborg, Jacob Holm, Füsche-Berlin, Henrik Møllgaard, Aalborg Håndbold, Rasmus Lauge, Flensburg-Handewitt, Mads Mensah, Rhein-Neckar Löwen, Morten Olsen, TSV Hannover-Burgdorf, Niclas Kirkeløkke, GOG og Nikolaj Øris, Bjerringbro-Silkeborg.

Føroyski hópurin kunngjørdur í morgin
Føroyska hondbóltslandsliðið, sum skal spæla EM-undankappingardyst móti Montenegro 24. oktober og Danmark 27. oktober, verður úttikið á tíðindafundi í morgin.

Føroyski hópurin hevur júst verið í Finnlandi og spælt tveir venjingardystir móti Finnlandi. Finnar vunnu báðar dystirnar, fyrra dystin 29-25 og seinna dystin 27-25.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder