Tveri nýggir mans eru við í landsliðshópinum, sum í morgun fór avstað við kós móti rumenska høvuðsstaðnum, Bukarest, at spæla hondbóltslandsdyst.
Spenningurin er stórur eftir flotta sigurin móti júst Rumenia í Høllini á Hálsi í gjárkvøldið.
Men leygardagin verður tað uttan Paula Jacobsen í málinum. Hann er skaddur, og er ikki við á ferðini. Heldur ikki ungi Rói Ellefsen á Skipagøtu er við. Rói á Skipagøtu kom ongantíð á vøllin í dystinum í gjárkvøldið.
Nýggir í hópinum eru ungi málverjin á Alexandar (Sasha) Lacok úr Neistanum og Hallur Arason úr VÍF. Hetta veit hondbóltstíðindasíðan trok.fo at siga í morgun.
Hallur varð úttikin til landsliðshópin, men var ikki ein partur av liðnum í gjárkvøldið. Nú fær hann so møguleikan ístaðin fyri Róa Ellefsen á Skipagøtu.
(tekstur rættaður kl. 11.23)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald