Annað

Tveir nýggir nevndarlimir í Ríðingarfelagnum

Brandur í Dali heldur fram sum formaður, og nýggj í nevndini eru Eva L.S. Klemmentsen og Birita Lútzen.

F.v. Barbara Carlsen, Eva L.S. Klemmentsen, Osvald S. Johansson, Tummas P. av Reyni, Birita Lútzen, Bergfríð Lassen og Brandur í Dali (Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

F.v. Barbara Carlsen, Eva L.S. Klemmentsen, Osvald S. Johansson, Tummas P. av Reyni, Birita Lútzen, Bergfríð Lassen og Brandur í Dali (Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

2024-03-04 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herfyri hevði Føroya Ríðingarfelag aðalfund, og í hesum sambandi var nevndarval á skránni.

Tey, sum vóru vald í nevndina, sum sunnudagin skipaði seg, eru formaður, Brandur í Dali; næstformaður, Osvald S. Johansson; nevndarlimir, Tummas P. av Reyni, Eva L.S. Klemmentsen og Birita Lútzen. Tær báðar síðstnevndu eru nývaldar. Tiltakslimir eru Barbara Carlsen og Bergfríð Lassen.

– Sum so ofta so var hetta ein lívligur fundur har væl av fólki var møtt. Reiðfólk hava ongantíð verið skorin fyri tungubandinum, so kjakið gekk sum siður er lívliga fyri seg, skrivar Føroya Ríðingarfelag í tíðindaskrivi.

– Felagið ið nú hevur 81 ár á baki, er millum stóru ítróttarfeløgini í Havn, og har eru nógvar verkætlanir í gongd í løtuni. Størsta ætlanin er helst nýggj kappríðingarbreyt. Felagið fekk ein stóran trupulleika, tá tað vísti seg at nýggji innkomuvegurin kom beint á breytina sum felagið eigur uppi í Marknagili. Her verður arbeitt við nýggjari breyt á økinum hjá felagnum í Havnardali.

– Onnur mál ið nevndin hevur fyri framman eru m.a. Djóradagar, FM kappingar, nýbygging av fjósum og so hevur nývalda nevndin eisini sett sær fyri at fáa eina betri virkandi limaskipan, til teir áleið 300 limirnar, skrivar Ríðingarfelagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder