Annað

Tveir tryggir sigrar til Jákup Petur Eliassen

Tórshavnar Súkklufelag skipaði fyri tveimum kappingum um vikuskiftið.

Jákup Petur Eliassen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Jákup Petur Eliassen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-05-18 09:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tey eydnaðist Jákup Peturi Eliassen at vinna báðar kappingarnar, tá Tórshavnar Súkklufelag um vikuskiftið skipaði fyri kapping í bæði landavegssúkkling og tíðarkoyring.

Leygardagin var landavegssúkkling á skránni, úr Havn, norður gjøgnum Sundalagið og niðan á Eiðisskarð.

Jákup Petur Eliassen fór frá hinum súkklarunum longu í brekkuni oman móti Hvítanesi, og tað eydnaðist ongantíð hinum súkklararnum at vinna hann innaftur.

Fitt av mótvindi var norður gjøgnum Sundalagið, og niðan á Eiðisskarð var heilt nógvur vindur og hvirlur, sum ryktu so nógv í súkklararnar, at onkur varð sendur av vegnum.

Jákup Petur Eliasen varð nógv fyrstur á mál við tíðini 2 tímar 10 minuttir og 10 sekund. Nummar tvey gjørdist Christian Guttesen og nummar trý Kjartan Egholm ávikavist góðar 14 og knappar 18 minuttir eftir Jákup Petur.

Sunnudagin var tíðarkoyring á skránni, frá Auto Sevice undir Krákugjógv í Havn og eftir Oyggj allan vegin niðan á Sornfelli, góðar 16 kilometrar tilsamans.

Aftur hesaferð vann Jákup Petur Eliassen tryggan sigur. Hann brúkti 47 minuttir og 50 sekund um teinin. Nummar tvey var Gunnar Dahl-Olsen og nummar trý Christian Guttesen

Hvørki Helgi W. Olsen ella Dávur Magnussen, sum hava vunnið kappingar í ár, vóru við í kappingunum um vikuskiftið.

Hetta var fjórða av fimm umførum í Giant Várkappingini. Her liggur Dávur Magnussen fremst við 17 stigum, eitt stig meira enn Jákup Petur Eliassen.

Fimta umfarið í Giant Várkappingini 18. juni, verður samstundis FM í tíðarkoyring. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder