Týskland stendur til at bresta í spenningi. Eftir trý vánalig endaspæl er Die Mannschaft í gongd við eina glæsiliga endurreisn á heimavølli. Tað verður tó ikki heilt so gott, um menninir hjá Julian Nagelsmann ikki sleppa framvið Spania í fjórðingsfinaluni í kvøld.
Sponsku álopini hava floymt fram í Týsklandi. Nico Williams, Lamine Yamal og hinir hava givið verjunum hjá Kroatia, Italia, Albania og Georgia stórt høvuðbrýggj. Nú er spurningurin, hvussu væl Spania stendur seg móti einum av hinum EM-favorittunum. Liðið hjá De La Fuente er tað einasta, sum hevur vunnið allar dystirnar í endaspælinum.
Vengurnir hjá Spania og Týsklandi hava undirhildið og bergtikið í Týsklandi (Mynd: EPA)
Rodri er tann, ið bindur tað mesta saman hjá "La Roja". Spurningurin er so, um tað vera hann ella Toni Kroos, sum fáa mest tamarhald á dystinum á miðvøllinum. Eingin í Týsklandi ynskir tað, men dysturin í Stuttgart í kvøld kann gerast tann seinasti á yrkisleiðini hjá týska bóltsnillinginum, ið gevst eftir endaspælið.
- Vit hava hugsað um at binda føtur hansara saman, men eg veit ikki um UEFA vil loyva tí, helt spanski venjarin skemtiliga fyri á tíðindafuni í gjár, tá hann varð spurdur um, hvussu Kroos skal steðgast.
Ávíst trýst á Nagelsmann, nú vertirnir hava sína størstu uppgávu í endaspælinum á skránni í Stuttgart. Týskland skal støðga spaniólum (Mynd: EPA)
Tað er meira sannlíkt, at Týskland - Spania verður undirhaldandi enn tann seinni dysturin í kvøld. Frakland hevur besta verjupartin í EM, men liðið hjá Didier Deschamps spælir heldur læst. Kylian Mbappé er nakað ávirkaður av grímuni, ið franska superstjørnan ber orsakað av brotnu nøsini - hon ávirkar sjónina.
Frakland er sterkari í verjupartinum enn í álopspartinum og hevur ikki skorað við egnum mátti í opnum spæli enn. Portugal hevur havt trupult við álopspartinum seinastu tveir dystirnar - einki mál í 90 minuttir móti Georgia og einki í 120 minuttir móti Slovenia.
Cristiano Ronaldo leitar eftir málinum, og 39-ára gamli áleyparin segði eftir kensluborna sigurin í brotsparkskapping, at hetta er hansara seinasta EM. Spurningurin er so, um tað verður seinasti EM-valsur hjá Ronaldo í kvøld, ella um Portugal ger sum í finaluni í 2016 og basir fraklendingum.
Ronaldo brendi brotsspark í longdu leiktíðini - her biður hann um umbering, eftir at hann hevur skorað í brotssparkskappingini, sum Portugal vann 3-0 (Mynd: EPA)
Kylian Mbappé er meira avmarkaður enn vant við sínari grímu (Mynd: EPA))
EM-fjórðingsfinalur
Í dag, fríggjadagin 5. juli
17.00: Týskland - Spania (Stuttgart) - TV2/TV2 Play
20:00: Frakland - Portugal (Hamburg) - KVF(DR1)
Í morgin, leygardagin 6. juli
17.00: Ongland - Sveis (Düsseldorf)
20.00: Niðurlond - Turkaland (Berlin)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald