Tey fýra londini, ið eru eftir í stríðnum um heitið sum heimsmeistari í hondbólti, liggja tætt uppá hvørt annað landafrøðiliga. Eisini í styrki og dygd er tað ikki nógv, ið skilur Danmark, Frakland, Týskland og Norra. Í kvøld eru finaluplássini uppá spæl í Hamburg.
Vertstjóðirnar vunnu hvør sín bólk í millumumfarinum. Danmark hevur vunnið allar dystirnar í endaspælinum. Týskland hevur heldur ikki tapt, men hevur leikt javnt tvær ferðir - í einum av førunum ímóti Fraklandi. Týskland hevur fyrimunin av heimavøllinum í kvøld, men norðmenn skulu ikki undirmetast. Tað verða teir heldur ikki av týska venjaranum, og Sander Sagosen og co. skulu royna at vinna á heimaliðnum við krútsterku verjuni. Har kann kontraspælið hjá Norra fáa stóran týdning.
Í 2014 knústi Frakland dreymin hjá Danmark um eitt meistaraheiti á heimavølli. Tá vunnu fraklendingar stórt í EM-finaluni í Jyske Bank Boxen í Herning. Í kvøld hevur liðið hjá fyrrverandi verjuovastanum, Didier Dinard, møguleikan at forða dønum at spæla finalu í Herning sunnudagin. Franska liðið hevur ikki spælt framúr í hesum endaspælinum, men liðið er fylt við dygd, royndum og har er ein breidd, ið kann gerast avgerandi. Frakland hevur til dømi skift Melvyn Richardson og Nikola Karabatic inn í hópin undir HM.
Danmark hevndi dygga ósigurin í EM, tá danir vunnu á Fraklandi í OL-finaluni í Rio í 2016. Nú flyta Nikolaj Jacobsen og hansara mennseg nú suður um landamarkið til landið, har fleiri av teimum hava heimstað. Hetta er tó ikki beinleiðis jaligt fyri danir, ið nú ikki hava fyrimunin av heimavøllinum. Tað hevur eisini verið gjørt nakað burturúr, at Danmark nú spælir væl fyrr á degnum enn higartil í kappingini (16.30 ístaðin fyri 19.15 ella 19.30)
Tað vera tó helst nógvir danskir áskoðarar í Norðurtýsklandi í dag, og danska liðið tykist til reiðar at takast við fronsku stjørnurnar. Mikkel Hansen er ógvuliga upplagdir saman við Rasmus Lauge, og Niklas Landin hevur staðið eitt frálíkt endaspæl. Vongleikararnir eru sera tryggir, og spurningurin er so um verjan megnar at standa ímóti og at plássið á høgra bakkið verður væl útfylt av Nikolaj Øris og/ella Mads Mensah.
Tað er lagt upp til ógvuliga spenanndi dystir í kvøld, har tað kann verða, at ein føroyingur fær ein leiklut.
16.30: Danmark - Frakland (TV2)
19.30: Týskland - Norra (DR1)
Hondbóltur
Tvey hálvfinalubrak fyri framman í Hamburg
Danmark skal royna at knógva Fraklandi, og eisini norðmenn hava eina stóra uppgávu ímóti týsku vertunum.
Danmark og Frakland skulu stríðast um annað finaluplássið í kvøld
2019-01-25 13:33
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald