Riga, Lettland (Portalurin): - Føroyar hava søguliga spælt tættar uppgerðir móti Lettlandi. Dysturin í lettiska høvuðsstaðnum í kvøld var tann fimti kappingardysturin millum londini á A-landsliðshøpi. Umframt hetta hava liðini spælt tveir venjingardystir.
Føroyar høvdu eitt lítið yvirtak - undan dystunum í ár. 11. juni vunnu lettar 1-0 í venjingardysti í Liepaja, og sama úrslit varð í kvøld.
Í juni vantaðu heilt nógvir spælarar, sum annars høvdu verið við. Nakrir av teimum, sum vanliga spæla í kvøld, vóru heldur ikki í Riga nú. Málið hjá Lettlandi kom, eftir at bólturin kom í armin á lettanum, sum legði upp til málið. VAR metti hetta tó ikki sum brot, og dómaraserfrøðingar siga tað sama. Tað sá tó "ivasamt" út, men broytir ikki sannroyndina at Føroyar vóru við undirlutan leikliga í kvøld.
Partar av fyrra hálvleiki vóru undir alt lágmark, og ein ávísur ótryggleiki hómaðist. Serliga tá hugsað verður um, at mótsstøðuliðið ikki er eitt landslið, sum er nær námind evropeiska tindinum. Lettland flutti upp úr Deild D í 2022 og er styrkismett eitt pláss omanfyri Føroyar á styrkislistanum. Fyri steðgin í Riga var tó stórur munur á liðnum - serliga við bólti. Liðið hjá Håkan Ericson fekk skapt eina øðrvísi dystarmynd eftir steðgin, men skarpleikin vantaði fyri at javna og fáa stig.
Nations League Deild C, bólkur 4
2. umfar - í dag, týsdagin 10.09
Lettland - Føroyar 1-0 (0-0)
64' Renars Varslavans 1-0
Støðan:
1. Armenia 3 stig *
2. Lettland 3 stig
3. Norðurmakedónia 1 stig *
4. Føroyar 1 stig
*Ein dyst færri
Les meira um dystin í kvøld her: Rakk ikki í Riga
Júst tað at fáa stig var annars umráðandi fyri í bólkinum og fyri sjálvskensluna hjá føroyingunum. Hetta varð fyrsta tap í kappingardysti fyri Lettlandi nakrantíð. Ikki einn løtt sannroynd hjá føroyingunum at svølgja - spælararnir vildu gjarna hava Føroya fólk við. Fyri átta árum síðani eydnaðist at vinna her í HM-undankappingini, og í Nations League fyri fýra árum síðani spældu liðini tveir 1-1 javnleikir.
Søguliga hevur føroyska A-landsliðið fleiri longri tíðarskeið, har fá stig koma til høldar. Tað hevur tó kenst heldur soltið eftir flotta sigurin á Turkalandi 25. september 2022.
Hetta var seinasti dysturin í tí Nations League-kappingini. Síðani hava Føroyar spælt 18 dystir, harav 10 kappingardystir. Tað er ikki eydnast at vunnið ein kappingardyst síðani (8 EM-undankappingardystir og tveir Nations League-dystir hesa vikuna). Tríggir javnleikir eru tó komnir til høldar í hesum dystunum: Norðurmakedónia, umframt Albania og Moldova á útivølli.
Í venjingardystum hava Føroyar spælt 1-1 javnleik í Kosovo og vunnið 4-0 á Litkinstein, sum eftir tapið fyri San Marino í síðstu viku kann metast sum veikasta landsliðið í Evropa. Restina av dystunum hevur liðið hjá Håkani Ericson tapt. So at siga allar uttan at skora.
Sí yvirlit yvir dystinar á Faroe Soccer
Føroyar spæla heimadystir 10. og 13. oktober móti ávikavist Armenia og Lettlandi. Her er av álvara neyðugt at skava stig saman.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald