Fótbóltur er ein av fleiri ítróttagreinum, sum ikki eru við á oyggjaleikunum í Gibraltar í summar.
Hóast Føroyar ikki hava verið við í fótbóltskappingini í oyggjaleikahøpi síðan Hetland 2007, tá kvinnulandsliðið luttók, so er fótbóltskappingin ein av heilt stóru tiltøkunum í sambandi við oyggjaleikirnar, og sum oyggjarnar, ið ikki hava altjóða viðurkenning ganga høgt uppí.
Tískil verður skipað fyri alternativum oyggjaleikum einans við fótbólti. Hesir leikir verða á Ynys Môn í døgunum 16. til 21. juni.
Ynys Môn, sum á enskum verður rópt Anglesey, hevur ikki fyrr havt vertsskap í oyggjaleikahøpi. Ynis Môn er oyggj við norðurstrondini á Wales, knýtt við fastlandið við eini brúgv. Har búleikast knapt 70.000 fólk.
10 oyggjar verða við í oyggjaleikakappingini fyri menn, og seks fyri kvinnur. Innleiðandi dystirnir verða spældir sunnudag 16. til týsdagin 18. juni. Semifinalur verða hósdagin 20. og finalur fríggjadagin 21. juni.
Hjá monnunum eru luttakararnir Jersey, Orknoyar, Western Isles, Ynys Môn, Alderney, Hitra, Manoy, Guernsey, Hetland og Skt. Helena.
Hjá kvinnunum luttaka Hitra, Western Isles, Ynys Môn, Gibraltar, Manoy og Jersey.
Grønland, sum vann silvur í fótbóltskappingini fyri menn á Gotlandi í 2017 er ikki við í kappingini í summar, og hjá kvinnunum eru gullvinnararnir frá seinast, vertirnir úr Gotlandi, heldur ikki við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald