Føroyar settu í gjár punktum fyri fyrsta landsliðstíðarskeiðinum í 2020 og teimum fyrstu HM-undankappingardystunum. Talan gjørdist um eitt stig og málúrttøkuna 2-8 í trimum útidystum. Avrikið á Hampden Park var misjavnt: Føroyska liðið stríddist væl, kom til nakrar góðar støður og burdi fingið okkurt mál, men í verjupartinum var alt ov leyst í nøkrum støðum, og tað revsaðu skotar fýra ferðir. Tað eru nakrar ábøtur, ið skulu gerast, tá spælast skal um stig móti sterkum liðum aftur í heyst - teir báðir venjingardystirnir á heimavølli í juni fara eisini at koma væl við á ymsan hátt.
Les eisini: Skræddir sundur í Skotlandi
Í hinum báðum dystunum í bólkinum skoraði útiliðið fýra mál: Ísrael kom afturum í Moldova, men beint fyri stegðin javnaði Ísrael, og fimm minuttir inn í 2. hálvleik fekk málskjúttin í dystinum móti Føroyum, Ion Nicolaescu, beinleiðis reytt kort. Síðani kostaðu nøkur mistøk og nakað av óhepni hjá heimaliðnum dýrt, og tað endaði 1-4.
Andreas Skov Olsen og Viljormur Davidsen í nærdysti í Herning. Skov Olsen gjørdi av álvara um seg í gjárkvøldið - hesir hittast helst aftur um fimm mánaðir (Mynd: Sverri Egholm)
Í Eysturríki var málleyst í steðginum, men í 2. hálvleiki vístu danir styrki og gott spæl og skoraði fýra ferðir. Andreas Skov Olsen, ið fekk sín fyrsta dyst og sítt fyrsta mál í venjingardystinum móti Føroyum í Herning síðsta heyst, kom inn og skoraði tvær ferðir. Danmark hevur nú skorað 14 mál og einki latið inn í teimum trimum dystunum í undankappingini. Í september vitja danir í Føroyum.
Úrslitini í bólki F :
Eysturríki - Danmark 0-4
Moldova - Ísrael 1-4
Støðan eftir trý umfør
1. Danmark (9 stig)
2. Skotland (5 stig)
3. Ísrael (4 stig)
4. Eysturríki (4 stig)
5. Føroyar (1 stig)
6. Moldova (1 stig)
Ísland vann 4-1 í Liktinstein, Italia vann 2-0 í Litava, heimsmeistararnir fingu eitt mál (Griezmann) og eitt stig í Bosnia & Hersegovina, og Ongland vann 2-1 á Póllandi, sum var skadda Lewandowski fyriuttan, á Wembley við máli frá Harry Maguire seint í dystinum.
Norürmakedónar høvdu alla orsøk til at fegnast í Týsklandi í gjár (Mynd: EPA)
Tvey tey mest merkisverdu úrslitini stóðu Armenia og Norðurmakedónia tó fyri í bólki J. Armenar vunnu triðja dystin inann eina viku - allir uttan Henrikh Mkhitaryan - tá Rumenia vitjaði. Talan var um ein dramatiskan dyst í Yerevan, har heimaliðið kom á odda, Rumenia vendi til 1-2, fekk eitt reytt kort, og har armenar skoraðu tvær ferðir seinastu tríggjar minuttirnar. Tað gevur trý stig og oddasessin í bólkinum, har norðurmakedónar og Týskland hava seks stig. Norðurmakedónia vann púra óvæntað í Duisburg í gjár. 37-ára gamli Goran Pandev javnaði fyri útiliðið beint fyri steðgin, Ilkay Gündogan javnaði við brotssparki, síðani misnýtti Timo Werner ein ófatiliga stóran møguleika, og tað revsaði Elif Elmas seint í dystinum. Hetta var fyrsta tapið hjá Týsklandi í einum HM-undankappingardysti síðani kenda 5-1 tapið fyri Onglandi í München í 2001.
Støðurnar í øllum bólkunum, umframt øll úrslitini í teimum fyrstu trimum dystunum, kunnu síggjast á heimasíðuni hjá UEFA
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald