Tað var inntenst og spennandi í øllum trimum dystunum í fyrsta umfari í EM-miðumfarinum.
Hesin bólturin í Herning verður mettur at vera nærum søguliga sterkur, og tað sæst, at tað verður ein harður dystur um tvey bæði hálvfinaluplássini.
Týskland stendur í bestu støðuni eftir góða sigurin á Portugal, har Francisco "Kiko" Costa, annars vísti stórspæl.
Sí eisini: Óli Mittún kann verða kosin heimsins besti ungi spælari
Noreg vann síðani dramatiskan dyst móti Spania, har liðini fylgdust allan vegin, og Tobias Grøhndal skoraði avgerandi málið.
Í kvøld var veruligt lív í Boxen í Herning, har Danmark loksins fekk bilbukt í vejruparitnu í hesum endaspælinum - móti Fraklandi sum annars hevði skoraði flest mál. Mathias Gidsel tók ábyrgd í hinum endanum, tá ástóð, og so kundu danir stórfegnast: Ferfaldu heimsmeistararnir kunnu framvegis avgerða alt sj´lavir og reistu seg eftir tapið fyri Portugal.
Jóhan á Plógv Hansen spældi allan 1. hálvleik í álopinum. Hann fekk einki skot av vonginum ella í mótálopi, men høgri vongurin skoraði tvey av trimum brotskøstum, hann slapp at royna seg við.
EM-meginumfarið
Fýra umfør verða spæld - liðini hava stig við víðari frá bólkaspælinum, eftir hvussu innanhýsis dystirnir eru endaðir har (t.d. vann Portugal á Danmark og skulu liðini ikki spæla aftur)
Bólkur 1:
1. umfar, í dag 22. januar
Týskland - Portugal 32-30 (11-11)
Spania - Noreg 34-35 (16-16)
Frakland - Danmark 29-32 (12-11)
1. Týskland 4 stig
2. Portugal 2 stig
-----------------
3. Danmark 2 stig
4. Frakland 2 stig
5. Noreg 2 stig
6. Spania 0 stig
Í morgin verður farið í gongd í Malmö.
Bólkur 2
Svøríki 2 stig
Slovenia 2 stig
-----------------
Ísland 2 stig
Ungarn 0 stig
Sveis 0 stig
Kroatia 0 stig
1. umfar, í morgin 23. januar
14.30: Ísland - Kroatia
17.00: Sveis - Ungarn
19.30: Slovenia - Svøríki
Tvey lið koma víðari úr hvørjum bólki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald