2019-03-06 08:04
Tilsamans hava Mats Hummels, Thomas Muller og Jerome Boateng spælt 246 dystir fyri týska fótbóltslandsliðið, men nú er ikki longur pláss fyri teimum.
Joachim Low hevur boðað frá, at hann ikki fer at taka hesar landsliðsleikararnar við aftur á landsliðið.
- Landsliðið handlar nú einans um at leggja grundarlag fyri framtíðina. Vit vilja geva liðiðnum eitt nýtt andlit, sigur týski landsliðsvenjarin.
30 ára gamli Hummels hevur spælt 70 landsdystir, 29 ára gamli Thomas Mueller hevur spælt 100 landsdystir, og 30 ára gamli Jerome Boateng hevur spælt 76 landsdystir fyri Týskland. Allir vóru við tá Týskland gjørdust heimsmeistarar í 2014.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald