Fótbóltur

U-15 genturnar vunnu í Spania í morgun

Føroyska U15 landsliðið í fótbólti hjá gentum spældi eisini javnt í gjár.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2018-10-08 11:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

U15 landsliðið hjá gentum er í hesum døgum í Spania, har tær luttaka í Copa Sant Vicent. Í gjár var fyrsti dysturin á skránni, har føroyska landsliðið spældi 2-2 javnleik móti Selleccion Maresme úr Spania. Føroyska liðið var á odda bæði 1-0 og 2-1.

Málini hjá Føroyum skoraðu Jóhanna Fossdalsá og Ester Ellingsgaard.

Í morgun hepnaðist betur, tá liðið spældi móti Buchholzer FC úr Týsklandi í somu kapping. Føroyar vunnu 1-0 á týska liðinum. Ester Ellingsgaard skoraði einsamalla málið í dystinum.

Føroyska U15 landsliðið spælir enn ein dyst í dag, tá tær klokkan 16:30 føroyska tíð spæla venjingardyst móti CF Santa Susanna úr Spania.

Føroyska U19 landsliðið hjá kvinnum fara eisini í eldin í dag, tá tær spæla EM undankappingardyst móti Litava í Alytus.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder