Hondbóltur

U-20 EM: Føroyar og Danmark í sama bólki

Føroysku U20-menninir fingu tað á pappírinum veikasta liðið úr styrkislagi eitt, men tey sterkastu úr hinum báðum. Talan verður um ein krútsterkan bólk til endaspælið í Portugal í juli.

Rói Ellefsen á Skipagøtu í skotroynd í dysti móti Bulgaria í European Championship í fjør, har Føroyar spældu seg til EM-endaspælið (Mynd: HSF)

Rói Ellefsen á Skipagøtu í skotroynd í dysti móti Bulgaria í European Championship í fjør, har Føroyar spældu seg til EM-endaspælið (Mynd: HSF)

2022-02-18 13:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

U20-menninir komu í krútsterkan bólk til EM-endaspælið.

Hetta skrivar Hondbóltssamband Føroya um lutakastið, ið var í Portugal beint fyri døgurða.

Har gjørdist tað greitt, at Føroyar komu í bólk saman við Slovenia, Danmark og Ungarn.

- Tá hesin sami aldursbólkurin spældi U18-EM, gjørdist Slovenia nummar fýra, Danmark nummar fimm og Ungarn nummar níggju. Út frá styrkismetingini til lutakastið var Slovenia veikasta liðið í potti 1, Danmark sterkasta liðið í potti 2 og Ungarn sterkasta liðið í potti 3. Hetta var sostatt eitt sera avbjóðandi lutakast.

Tað eru nummar eitt og nummar tvey í hvørjum bólki, ið koma víðari til millumumfarið - høvuðsumfarið - í kappingini. Hetta verður fyrstu ferð, at Føroyar eru við til eitt endaspæl í hesum aldursbólkinum (U20) men kennir man hesar leikararnar og toymi rætt, so verður stílað eftir í minsta lagi næsta umfarið.

Leikararnir, ið fara at umboða Føroyar til EM í Portugal, eru fyri tað mesta føddir í 2002. Tað vóru leikarar sum Elias Ellefsen á Skipagøtu, Hákun West av Teigum,  Pauli Jacobsen, Pauli Mittún, Óli Mittún,  Viktor Nørlyng Gaini, Janus Dam Djurhuus og Sveinur Olafsson ið spældu Føroyar til hetta endaspælið við at vinna European Championship bólkin í Bulgaria í august. Teir flestu av teimum, ið vóru við tá, vunnu European Open í Göteborg á sumri 2019. Í summar skal liðið royna seg millum tey heilt stóru í Evropa, í størstu kappingini sum er.

Bólkarnir:
Bólkur A: Spania, Portugal, Noreg, Pólland
Bólkur B: Slovenia, Danmark, Ungarn, Føroyar
Bólkur C: Kroatia, Svøríki, Frakland, Montenegro
Bólkur D: Týskland, Ísland, Italia, Serbia

Kappingin verður leikt í Porto í Portugal í døgunum 7. - 17. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder