Tað vóru U15-genturnar hjá B36 og KÍ, ið dystaðust í finalu nummar tvey í dag. Hetta vóru somu feløg, ið dystaðust um Eilif Arge Steypið í fjør. Í dýrdarveðrinum á Tórsvølli kom B36 á odda næstan beinanvegin, men KÍ var í høvuðsheitinum omaná og vann uppiborið.
B36 vann steypið í fjør. Tá vóru teir flestu leikararnir á liðnum frá 2003-áraganginum og harvið ov gamlir at spæla við í ár. Hjá KÍ, ið tapti 5-0 í finaluni í fjør, vóru allir leikararnir í yngra árganginum í fjør og gingur harvið aftur í dag. At KÍ-hópurin generelt var eldri og meira royndur sást eisini. KÍ-leikararnir tyktiskt meira fótbóltsbúnir, og genturnar úr Klaksvík vóru fysiskt sterkari og meira avgjørdar.
13-ára gamla Astrid Mittfoss, ið var eyðsýnd í dag, legði B36 á odda tíðliga, tá hon hegnisliga lyfti bóltin uppum Ró Samuelsen í KÍ-málinum. Tað gjørdist tó skjótt týðiligt, at KÍ var omaná í spælinum, og liðið reisti seg skjótt. Malena Olsen trekti væl inn av vinstra kanti og smekkaði bóltin upp í longra málhorn. Hetta var ikki seinastu ferð at høgi leikarin vísti sítt hegni og sína skotstyrki við høgra beininum. Restina av 1. hálvleikinum var tað KÍ, og serliga lívliga Anitha Dalinum í álopinum, ið var nær við at skora til 2-1.
Liðskiparin, Bjarnhild í Buð Justinussen, spældi sera væl á miðvllinum hjá KÍ. Her í finaluni í fjør (Mynd: Sverri Egholm)
Málið kom beinanvegin í 2. hálvleiki. Kí gav bóltin upp, hann varð spældur til Malenu ið við langskoti setti bóltin í sama stað: Longra málhorn. Tær í bláum hildu á við ágangandi spælinum, og Anitha, ið var sera nær við beint áðrenn, fekk sítt uppiborna mál, tá hon fylgdi væl upp, eftir Barbara Anjudóttir hálvbjargaði. B36 royndi at svara aftur, men KÍ hevði meira at koma við. Malena fullførdi sítt hattrick, síðandi svaraði Jasmin Mittún Darvishi aftur við góðum trekki og fløtum skoti. Eitt vet av spenningi kom aftur í dystin tá, men ein minutt seinni avsluttaði Malena aftur og punkteraði dystin.
Hjá B36 var tað ein smeitur, at Victoria Ottarsdóttir í Funningsstovu, ið eisini spældi við í U18-finaluni í gjár, noyddist út í 1. hálvleiki, og ikki kundi koma innaftur í 2. hálvleiki. KÍ-liðið var undir leiðslu av kvartettuni Báru Skaale Klakstein, Malenu Josphsen, Rannvu Biskopstø Andreasen og Ragnu Patawary. Tær hava vunnið óteljandi gull sum leikarar og teirra lið spældu í dag eina góða og sannførandi finalu. Malena Olsen var frálík og eyðsýnd og kosin til dagsins leikara, men samanlangt var talan um eitt gott liðavrik av væl samanspældum leikarum.
Hatta var seinasta luttøkan hjá KÍ og B36 í ársins steypafinalum; serliga HB, men eisini Víkingur og EBS/Skála, eiga nú pallin. KÍ vann báðar sínar finalur - dreingir 15 seinastu mikudag. B36 vann hjá U18 gentum í gjárkvøldið og U13 dreingum fyrr í dag.
Finalan um Eilif Arge Steypið - Gentur U15
Tórsvøllur, 21. september
B36 - KÍ 2-5 (1-1)
5' Astrid Mittfoss 1-0
12' Malena Olsen 1-1
36' Malena Olsen 1-2
45' Antiha Dalinum 1-3
52' Malena Olsen 1-4
56' Jasmin Mittún Darvishi 2-4
57' Malena Olsen 2-5
B36: Barbara Hammer Anjudóttir - Lea Lava Brockie, Súsanna L. Hansen, Guðrun Andreasen - Astrid Mittfoss, Jasmin Mittún Darvishi (L), Rósa R. Ziskasen, Victoria Ottarsdóttir í Funningsstovu - Anna Elisabeth Weyhe
Jovina av Skarði og Alda Helsmdal Benjaminsdóttir komu inn í fyrra hálvleiki - fóru út aftur í 2. hálvleiki. Beinta í Dali Guttesen kom inn í 2. hálvleiki
KÍ: Ró Samuelsen, Jónrið Joensen, Lóa Samuelsen, Jórun Namja Patawary - Eivør á Kósini (Vár Johannesen og Eivør býttu um tvær ferðir ígjøgnum dystin ), Bjarnhild í Buð Justinussen, Bergit Svarvadal, Malena Olsen - Anitha Dalinum
Thala Ann Venned, Joan Poulsen og Marjun Hjelm komu inn í 2. hálvleiki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald