Fótbóltur

U15: Lettland stjól sigurin í seinasta dystinum

Tað líktist leingu einum javnleiki, men Lettland skoraði tvær ferðir í yvritíðini. Jóhanna Sørensen skoraði bæði málini fyri Føroyar, og venjarin er væl nøgdur við Baltic Cup.

Tær ellivu ið byrjaðu móti Lettlandi í gjár (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

Tær ellivu ið byrjaðu móti Lettlandi í gjár (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)

2019-08-26 09:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár spældi føroyska U15-landsliðið við gentum seinasta dystin í Baltic Cup. Hann var móti vertunum, ið at enda vóru omaná

- Tað var rættuliga heitt at spæla í dag. Hitin var um 27 stig, tá dysturin fór í gongd, og tað ávirkaði okkara gentur sjálvandi eitt sindur. Lettland var betra liðið. Tær høvdu bóltin meira enn vit, og tær gjørdu tað trupult fyri okkara gentur at spæla. Men vit komu til fleiri málmøguleikar enn Lettland, so vit iðra okkum av álvara um úrslitið, sigur Pauli Poulsen, landsliðsvenjari, við heimasíðuna hjá FSF.

[object Object](Mynd: FSF)

Føroyar vóru á odda 2-1 í hálvleikinum. Jóhanna F. Sørensen javnaði fyrst við brotssparki og legði tveir minuttir seinni Føroyar á odda við frísparki. Hendan leiðslan helt tíverri ikki. Lettland javnaði í 2. hálvleiki og i yvirtíðini skoraðu vertirnir tvær ferðir, og harvið taptu okkara U15-gentur 4-2 fyri Lettlandi. 

Samanumtikið er Pauli Poulsen væl nøgdir við kappingina, har Føroyar spældu tríggjar javnar dystir (2-2 móti Litava og 0-1 móti Estlandi):  

- Hetta hevur verið ein góð kapping, og eg eri sera væl nøgdur við tað, sum okkara gentur hava avrikað hesar seinastu dagarnar, sigur Pauli Poulsen.

Les eisini: Javnleikur í fyrstu royndini
                 Tepurt tap fyri Estlandi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder