Fótbóltur

U16: Endaðu við sigri í Bangladesj

Innskifti Jóhann Højbro skoraði bæði føroysku málini í singrinum á Kambodja.

Jóhann Højbro gjørdist avgerandi, tá Føroyar vunnu uppiborið (Mynd: FSF)

Jóhann Højbro gjørdist avgerandi, tá Føroyar vunnu uppiborið (Mynd: FSF)

2019-10-20 13:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku U16-dreingirnir hava seinastu dagarnir roynt seg í menningarkapping hjá FIFA í sunnara parti av Asiu.

Tað byrjaði við 10-3 sigri á Maldivoyggjunum. Fríggjadagin vóru vertirnir tó omaná móti Føroyum. Í dag var Kambodja á skránni, og í nógva hitanum vóru føroyingar omaná í spælinum. Tað gekk tó leingi striltið at skapa opnar málmøguleikar, men sum seinni hálvleikur leið, komu Føroyar tættari og tættari og raktu millum annað yvirleggjaran.

Stórar tíggju minuttir fyri tíð sendi Heini Sørensen eitt lumpsligt frísparksinnlegg úr høgru, innskifti Jóhann Højbro var fyrstur á bóltinum, og so var 1-0. Tíggju minuttir seinni sló fuglfirðingurin aftur til, og Føroyar vunnu uppiborið og endaðu harvið væl í fjarskotna landinum.

Langa heimferðin hjá ungu monnunum og toyminum byrjar í morgin, og teir eru vorðnir fleiri fótbóltsupplivingar ríkari.

FIFA Menningarkapping
Dhaka National Stadium, Bangladesh, 20. Oktober
Føroyar – Kambodja 2-0 (0-0) 
79' Jóhann Højbro 1-0
89' Jóhann Højbro 2-0

Føroyska liðið (4-2-3-1): 
Fayo Kruse, Ejvind Restorff Mouritsen, Mourits B. Bisgaard, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Sigurð Rasmussen - Sverri Mariusarson, Heini Fossdalsá Sørensen – Rani Wenningsted Sørensen (61' Hjarnar J. Johansen), Jákup Andrias Thomsen, Áki Debes Samuelsen – Tóki Hanusarson á Lógv (61' Jóhann J. Højbro)

Rói W. Fossabrúgv og Rógvi Eyðbjørnsson komu á vøllin fyri Føroyar, beint áðrenn yvirtíðin fór í gongd

Allur dysturin kann síggjast her


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder