Fótbóltur

U16: Vertirnir sigraðu á Føroyum

Føroysku U16-dreingirnir javnaðu til 1-1 smáar tjúgu minuttir fyri leiklok, men tað rakk ikki til stig í heldur tama dystinum í nógva hitanum í Dhaka.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-10-18 13:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar og Bangladesj høvdu bæði vunnið í 1. umfari í FIFA menningarkappingini fyri U16-landslið, sum er í sunnara parti av Asiu í hesum døgum. Føroyar vunnu heili 10-3 á Maldivoyggjunum, men í dag var mótstøðan væl harðari.

Liðið hjá Bangladesj var vælskipað, og tað vóru sera fáir málmøguleikar í dystinum. Dystarmyndin var í stóran mun tann, at liðini rímiliga ótrýst høvdu bóltin inni á egnari hálvu, spældu bóltin runt uttan nakra serliga ferð og so kom ein long alvering, ið ofta ikki eydnaðist. Soleiðis var hjá báðum liðum, og orkan í nógva hitanum, tvey samdøgur eftir seinasta dyst, tyktist ikki at vera til at leggja høgt trýst og at spæla við ferð. 

Heimaliðið kom á odda miðskeiðis á 1. hálvleiki, eftir at eitt innlegg fann høvdið á einum av áleyparunum, ið var púra ódekkaður. Málið hjá Føroyum líktist. Tá var talan um eitt langt frísparksinnlegg frá innskifta Heina F. Sørensen, ið Mourits Bisgaard ótarnaður slapp at seta høvdið á. Miðverjin stýrdi bóltinum væl í málið og hevur nú skorað trý mál í kappingini.

Stig var nú í eygsjón, men bert stórar fimm minuttir seinni skoraði heimaliðið, tá føroyingarnar ikki fingu ruddað bóltin burtur. Føroyar megnaðu ikki at svara aftur, og í yvirtíðini økti Bangladesh.

Seinasti dystur hjá Føroyum í Bangladesh verður leiktur sunnumorgunin klokkan 11. Tá er Kambodja mótstøðuliðið.

FIFA Menningarkapping
Dhaka National Stadium, Bangladesh, 18. Oktober
Føroyar – Bangladesj  1-3 (1-0)

Føroyska liðið frá byrjan (4-2-3-1):  Hans Jákup Arngrímsson, Elias Isaksen, Mourits B. Bisgaard, Jákup Norðoy Vilhelmsen, Rógvi Eyðbjørnsson Jacobsen -  Rói W. Fossabrúgv, Sverri Mariusarson - Áki Debes Samuelsen, Jákup Andrias Thomsen, Rani Wenningsted Sørensen, – Silas Gaard

Tóki Hanusarson á Lógv kom á vøllin frá byrjan í 2. hálvleiki.

Heini Fossdalsá Sørensen, Jóhan J. Højbro, Hjarnar J. Johansen og Ejvind Restorff Mouritsson komu á vøllin í seinna hálvleiki.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder