Hondbóltur

U16-kvinnurnar klárar til European Open

Liðið hevur fyrireikað seg væl, m.a. við tveimum dystum móti Íslandi, og í morgin gongur leiðin til Svøríkis, har fyrstu dystirnir verða leiktir mánadagin.

(Mynd: hsf.fo)

(Mynd: hsf.fo)

2022-07-02 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í komandi viku skulu føroysku U16-kvinnurnar kappast í European Open í Gøteborg í Svøríki.

Liðið fer av stað úr Føroyum til Svøríkis í morgin, og fyrstu tveir dystirnar verða mánadagin. Venjarar hjá føroysku U16-kvinnunum eru Agnar Joensen og Kristinn Guðmundsson.

Føroyska liðið hevur fyrireikað seg væl. Liðið hevur vant nógv saman og var í Íslandi herfyri, har liðið leikti tveir tættar dystir móti Íslandi. Í vikuni var liðið eisini á team-building túri í Vestmanna, har venjing og ymiskt sosialt var á skránni, skrivar heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum.

Skráin fyri bólkaspælið sær soleiðis út:
Mánadagin 4. juli kl. 09.15 Svøríki – Føroyar
Mánadagin 4. juli kl. 15.30 Føroyar – Montenegro
Týsdagin 5. juli kl. 10.00 Føroyar – Hollandi

Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin verður leikt millumrunda og síðani plaseringsdystir. Allir dystir verða stroymdir á ehftv.com


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder