Eftir ferðing í næstan eitt samdøgur kom føroyska U17-landsliðið við dreingjum uppá pláss í Albania í gjár. Her er UEFA menningarkapping á skránni, og føroyska liðið spældi fyrrapartin fyrsta dystin móti Aserbadjan.
Fyrri hálvleikur eydnaðist heilt væl. Longu eftir sjey minuttir var 1-0. Føroyar vunnu bóltin á hálvuni hjá Aserbadjan, og Bogi á Reynatrøð fekk hann í vinstru síðu. Leirvíkingurin hótti, trekti síðani inn til sítt høgra bein og sendi bóltin á vakran hátt upp í longra málhorn.
Stutt fyri steðgin øktu Føroyar. Hetta var eftir at nummar 7, Aron Benjaminsen tók sakina í egnar hendur, eftir at Skála-liðfelagin Josva Signarsson sendi hann væl avstað í høgru. Talan var um góðar dribblingar og hart og gott skot við vinstra beinið niður í longra málhorn.
Málini síggjast frá umleið 18.30 og 47.15 á videobrotinum omanfyri, har allur dysturin eisini kann síggjast
Tíverri megnaði føroyska liðið ikki at halda fast í seinna hálvleiki. Aserbadjan var omaná og skoraði heili fýra ferðir.
Harvið endaði tað 2-4 í fyrstu royndini í kappingini. U17-landsliðið hjá Føroyum skal hósdagin spæla móti Moldova. Venjari hjá liðnum er Fróði Benjaminsen.
Teirr ellivu, ið byrjaðu dystin (Mynd: Fótbóltssamband Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald